Góðkendar adressur eru nú í øllum kommunum í Suðuroynni uttan í Fámjin og í Sumba. Í Føroyum eru 117 býir ella bygdir, sum hava postnr. Av hesum hava nú 78 fingið adressur. Eftir eru sostatt 39 bygdir, sum framvegis ikki hava adressur. Smávegis broytingar skulu gerast í adressunum í Tórshavnar og Klaksvíkar kommunu, áðrenn hesar eru fingnar í rættlag.
Annars eru tær størstu kommunurnar, sum enn ikki hava fingið adressur, Fuglafjørður, Miðvágur og Skopun. Øll hesi støð verður miðvíst arbeitt við at fáa adressur.