VIDEO: Adrian brendi brotsspark - Hillerød tapti 0-3 á heimavølli

(Video) Hillerød tapti 0-3 fyri Fredericia á heimavølli

Í kvøld møttust Hillerød og Fredericia í dysti í næstbestu donsku fótbóltsdeildini á heimavøllinum hjá Hillerød.

 

Daniel Johansen og Adrian R. Justinussen byrjaði inni fyri Hillerød, og fyri fyrstu ferð í fleiri vikur var Mattias H. Lamhauge við í hópinum hjá Fredericia. Mattias var tó á beinkinum.

 

Tá 26 minuttir vóru leiktir fekk Adrian ein gyltan møguleika at leggja Hillerød á odda 1-0 upp á brotsspark, men ólukkutíð brendi Adrian brotssparkið.

 

HER  ber til frá Viasat Sport at síggja brotssparkið Adrian sendi uppum málið hjá Fredericia.

 

Sjey minuttir seinni legði Fredericia seg á odda 1-0, og tað endaði við, at liðið úr Eysturjútlandi vann dystin 3-0. Fredericia skoraði tvey mál seinasta korterið av dystinum.

 

Fredericia er næstfremst í deildini við 19 stigum. Tó eru teir níggju stig aftanfyri oddaliðið, OB sum hevur 28 stig.

 

Hillerød er triðaftast í deildini við 12 stigum.

 

Komandi leygardag klokkan 14 hevur Fredericia heimadyst móti B93, og dagin eftir klokkan 12 spælir Hillerød dyst á útivølli móti Esbjerg.