Adrian til danskan fótbólt

Ein av størstu profilunum í føroyskum fótbólti skiftir til danska fótbólt

Hillerød argar við mynd á Facebook, at ein nýggjur nummar 17 verður kunngjørdur í morgin. In.fo hevur skilt, at tað heilt víst er Adrian Justinussen, sum skiftir troyggjuna hjá HB út við tí hjá Hillerød í næstbestu deildini í Danmark.

 

Adrian Justinussen telist millum størstu profilarnar í føroyskum fótbólti seinnu árini. 25 ára gamli gøtumaðurin fekk sín fyrsta dyst longu sum 16 ára gamal í 2014. Stóra gjøgnumbrotið kom í 2018, tá hann vann FM og bleiv kosin til ársins spælara.

 

Í 2020 bleiv hann nærmast altjóða kendur, tá hann skoraði eitt hattrik av fríspørkum, meðan resti av fótbóltsheiminum lá lamin orsaka av koronufarsóttuni. Seinastu kappingarárini hava ikki liva heilt upp til evnini og hetta er ikki fyrstu ferð, at adrian Justinussen hevur verið á veg uttanlands.

 

Nú tykist fyri vist, at hann hevur pakkað gaggurnar og latið 7-talið í HB-húsinum víðari til onkran annan. Hillerød hevur eisini havt vitjan av Andrassi Johansen úr B36, men miðvallari hevur sáttnmála við B36 fyri 2024.