Adventskvirra á Argjum

Adventskvirra verður í kirkju og missiónshúsinum á Argjum mikukvøldið 10. desembur og mikukvøldið 17. desembur frá kl. 20:00 – 21.00.

Tíðindaskriv:

 

Ein løta, har tit eru vælkomin í kirkjuna at sita í kvirru, hugsavna og steðga á eitt bil í adventini. Tað verður ljós á altarinum og annars skýmligt í kirkjuni. Um man hevur hug at lesa vers úr bíbliuni, er man vælkomin til tess. Endað verður kl. 21:00 við bøn og Faðir Vár.

Hjartaliga vælkomin