Ukrainski forsetin saman við týska kanslaranum, bretska forsætisráðharranum og franska forsetanum í London í dag. Volodymyr Zelenskyj sigur, at fundurin var "produktivur"

Nýggj uppskot um friðarætlan fyri Ukraina

Sambært tíðindastovuni NTB umrøður forsetin fundin í London í dag sum "produktivan"

 

 

Ukrainski forsetin saman við týska kanslaranum, bretska forsætisráðharranum og franska forsetanum í London í dag. Volodymyr Zelenskyj sigur, at fundurin var "produktivur"

Í dag hevur ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, verið í London og fundast við ríkis-og stjórnarleiðararnar í Stórabretlandi, Fraklandi og Týsklandi.

 

Sambært tíðindastovuni NTB umrøður forsetin fundin í dag sum "produktivan", og sum skilst verður nýggja uppskotið, sum Zelenskyj og teir tríggir eru samdir um, sent USA í morgin. 

 

Sagt verður, at hetta er eitt uppskot í 20 punktum um, hvussu kríggið millum Russland og Ukraina kann fáa ein enda, men einki verður sagt um, hvat stendur í uppskotinum.

 

Fundurin millum Volodymyr Zelenskyj, Friedrich Merz, Keir Starmer og Emmanuel Macron var í Downing Street í London.

 

Tíðindastovan AFP veit í kvøld at siga, at ukrainski forsetin fer á vitjan í Italia, eftir fyrst at hava vitjað í Brüssel í Belgia í kvøld.

 

Tað vóru Nato-leiðarin, Mark Rutte og ES-leiðararnir, Antonio Costa og Ursula von der Leyen, sum í kvøld skuldu taka ímóti Volodymyr Zelenskyj í Brüssel.

 


 

 

Ukrainski forsetin saman við týska kanslaranum, bretska forsætisráðharranum og franska forsetanum í London í dag. Volodymyr Zelenskyj sigur, at fundurin var "produktivur"