Hetta vikuskiftið er Ælabogin, sum er orkestrið hjá fólki við menningartarni, farið á tónleikastevnu í Tróndheimi í Noregi!
Stevnan, sum er kallað Korpsfestival VI VIL, er ætlað orkestrum, sum eins og Ælabogin, geva fólki við menningartarni ein møguleika at dyrka sín áhuga. Stevnan er afturvendandi triðja hvørt ár. Í ár er tað TrønderbraZZ við Thorleif Eliassen, sum skipar fyri og er hetta fimta ferðin at Ælabogin er við, sigur orkestrið í tíðindaskrivi í kvøld.
- Samstarvið við norsku orkestrini er sera týðandi fyri okkum øll, bæði tónleikarar, orkesturleiðarar og avvarðandi. Ælabogin er einasta orkestur av sínum slagi her á landi. Tí hava vit ikki regluligt høvi at mótspæl, fáa ráð og íblástur frá fólki, sum arbeiða við líknandi orkestum sum okkara.
Eisini eru vinnarbond knýtt millum Ælabogan og hesi norsku orkestur.
- Ælabogin hevur 23 spælarar, og tað eru av Annika Højgaard, Eirikur Skála og Katrin Jørgensen, sum stjórna orkestrinum.
Ælabogin hevur spælt í 17 ár, og hevur verið við á fleiri ymsum tiltøkum – og tað eru oftari og oftari boð eftir orkestrinum at spæla til ymisk høvi.
Við í føroyska ferðalagnum eru 33 fólk. Hóast sjálvt orkestrið telur 23 tónleikarar, mugu tey hvør sær hava hjálparfólk við á ferðini. Herumframt eru so leiðararnir og dirigentar, sigur orkestrið.