Eitt lágtrýstøki liggur komandi dagarnar vestan fyri Føroyar og sendir tíðum æl yvir oyggjarnar úr suðri. Fríggjadagin fer eitt størri regnøki at strekkja seg yvir Føroyar av suðri og um vikuskifti kemur kaldari luft yvir oyggjarnar úr norði.
Týsdagin verður eitt gul til stívt andøvsgul av útsynningi, 5 til 10 metrar um sekundið, men um kvøldið makar hann vindin niður í eitt lot til andøvsgul, 3 til 8 metrar um sekundið. Skýggjað og támut og kanska regn av og á, men út á dagin verður yvirhøvur turt og sólglottar og um náttina klárar í. Hitin um 10 stig.
Mikudagin verður eitt lot til andøvsgul av útsynningi, sum snarar í ein sunnan, undir 6 metrar um sekundið. Turt og kanska sær sólin og hitin millum 10 og 13 stig. Um náttina kanska okkurt æli og hitin millum 7 og 10 stig.
Hósdagin verður eitt lot til eitt gul av suðri, undir 6 metrar um sekundið, sum um kvøldið snarar í ein landsynning. Sólglottar, men eisini okkurt æli í støðum. Hitin millum 10 og 13 stig. Um náttina eitt gul til andøvsgul av eystri, upp í 8 metrar um sekundið og skýggjað, men turt. Hitin millum 7 og 10 stig.
Fríggjadagin verður eitt gul til stívt andøvsgul av eystri, seinni landnyrðingi, 5 til 10 metrar um sekundið. Skýggjað og út á dagin regn úr suðri. Hitin millum 8 og 11 stig.
Leygardagin verður eitt gul til stívt andøvsgul av norði og útnyrðingi, 5 til 10 metrar um sekundið. Skýggjað og regn, seinni okkurt æli. Hitin millum 7 og 10 stig.
Sunnudagin verður eitt gul til stívt adøvsgul av útnyrðingi, 5 til 10 metrar um sekundið. Samdrigið og okkurt æli. Hitin millum 7 og 10 stig.