Hvat er tað sum ikki riggar?

Hósdagin 21.12.2023 er ein dagur, sum stendur so rimmar fastur í okkara minni! 

Fyri okkum, sum búgva og hava okkara dagligu gongd á Sandoynni, er hesin dagur heilt serligur.

Henda dag hendi tað, vit høvdu bíðað so leingi eftir, nú varð koyrandi. Dreymurin var blivin til veruleika.

Tað bleiv framroknað og spátt, hvussu nógv akfør fóru at koyra í gjøgnum tunnilin. Ferð eftir ferð eru tøl almannakunngjørd, at ferðslan er nógv hægri enn tað, sum bleiv roknað við. 

Tíverri sæst hetta ikki aftur í tunlinum, men einans á excel-arkinum. 

Lat ongan iva verða um, vit eru sera fegin um tunnilin, sum hevur lætt so nógv um hjá okkum, og givið okkum fleiri møguleikar. Lat ongan iva verða um tað! 

Men tó so, so er okkurt sum ikki ruggar rætt. Tunnilin er, fyri tað fyrsta, alt ov myrkur at koyra ígjøgnum, tunnilin er alt ov vátur og alt ov ofta kemur fyri, at ”mjørki” er í tunlinum. 

Eg skal vera skjót at leggja afturat, eg havi ikki skil fyri, hvussu tunlar skulu gerast, men eri vís í, at umstøðurnar, sum eru í tunlinum nú, eru ikki nóg góðar og kann hetta ikki vera gott fyri trygdina.

Sum flestum kunnugt, er tunnilin langur at koyra ígjøgnum, so trygdin eigur at raðfestat høgt. 

Vit standa spyrjandi í Sandoynni um hesi viðuskiftini! 

So góðu tit ið varða av, hvat er tað sum ikki kann fáast at rigga í Sandoyartunlinum, sum riggar í øllum øðrum tunlum?

Hetta er ikki í lagi, og er als ikki at góðtaka!

Eg fari tí við hesum, at heita á viðkomandi myndugleikar, at fáa hesi viðurskifti í rætt lag, áðrenn skaðin hendir.

 

Marjun Debes

Borgarstjóri 

Skopunar Kommuna