Ær á Húsum lembdi sjey lomb í eitt ár

Hetta er søgan um eina ær á Húsum, sum eitt árið gjørdist síðlembingur við trimum lombum um ólavsøkutíð og sum síðan lembdi fýra lomb aftrat várið eftir. Soleiðis lembdi ærin sjey lomb í eitt ár.

 

Nú skulu vit ikki troytta okkara lesarar við greinum um seyð og lembing, tó at tað er vár og lembingartíð. 

Men, ein forvitnislig søga er av Húsum á Kalsoynni, sum Andrass Joensen hevur fortalt okkum. 

- Eg minnist eina ær hjá Poul Højgaard, bónda í Brekkum á Húsum, sum í eitt ár lembdi tilsamans sjey lomb.   

Hetta var í fimmtiárunum, og talan var um eina ær, sum fleiri ferðir hevði lembt trý lomb í lembingartíð.  

Men, her gjørdist tað eina árið øðrvísi enn onnur ár. 

- Hetta árið gjørdist ærin nevniliga síðlembingur, sum verður sagt, tá ær lembur eftir lembingartíð.  

Andrass Joensen vísir á, at ærin hetta árið lembdi trý lomb um ólavsøkutíð. Men, hetta er ikki øll søgan um ærina á Húsum. 

- Árið eftir í lembingartíð lembdi ærin aftur, og hesaferð kom hon við fýra lombum. Eg minnist, at ærin gekk við nógvum lombum hetta árið, sigur hann.

Soleiðis, sum Andrass Joensen minnist tað, lembdi ærin hjá Poul Højgaard, bónda á Brekkugarði á Húsum, sjey lomb hetta árið.