Ætla at lata savnið upp aftur 1. februar

Listasavn Føroya verður í løtuni umvælt.

Listasavn Føroya søkti um stuðul til at skifta tróðurpláturnar í føstu framsýningini.

 

Mentamálaráðið hevur játtað at stuðla umvælingini.

 

Arbeiðið er mett at taka umleið tríggjar mánaðir.

 

Karina Lykke Grand, stjóri á Listasavni Føroya, sigur soleiðis um umvælingina:

 

“Vit eru sera takksom fyri, at Mentamálaráðið hevur játtað stuðul til at fremja neyðugu umvælingina í føstu framsýningini. Vit mugu tíverri lata savnið aftur í tríggjar mánaðir, meðan arbeiðið fer fram, men vit gleða okkum at bjóða gestum aftur á gátt í februar.”

 

Ætlanin er at lata savnið upp aftur 1. februar 2022 við nýggjum serframsýningum, skrivar art.fo.