Fyrr í vikuni vóru fýra barakkir settar í skúlagarðin í Hoyvíkar skúla.
Ólavur Skipagøta, varaskúlastjóri, sigur, at barakkirnar skulu nýtast til skúlastovur.
- Tveir 9. flokkar skulu hýsast í hesum barakkunum. Vit hava leingi havt ein mangul upp á skúlastovur, men nú er so ein fyribils loysn komin, sigur hann.
Hoyvíkar skúli hevur havt plásstrot í eina tíð, men og hava millum annað nýtt Hoyvíkar kirkju til undirvísing.
- Vit hava havt undirvísing í kjallaranum í kirkjuni, eins og í fermingarrúminum, men tað var eingin haldbar loysn, við tað, at tað eisini kom í vegin fyri kirkjunnar brúk av sínum egnu hølum, sigur Ólavur Skipagøta.
Hoyvíkar skúli varð bygdur í 1977 og varð upprunliga ætlaður til 7 flokkar og 120 næmingar. Í 1989/1990 varð skúlin víðkaður og skuldi tá rúma dupult so nógvum flokkum og næmingum. Í 2009 fekk skúlin egna framhaldsdeild, og í dag ganga 348 næmingar á skúlanum.
- Her er ov trongligt fyri okkum. Vit hava heitt á Tórshavnar kommunu um hjálp, og tey bjóðaðu okkum so hesa fyribils loysnina, sum vit tóku av, sigur varaskúlastjórin í Hoyvíkar skúla, Ólavur Skipagøta.
- Vit standa annars á skrá til útbygging, men nú er jú Vesturskúlin komin á skránna eisini, so okkara túrur verður ikki heilt enn, sigur Ólavur Skipagøta at enda.