Ævintýrið um Suðuroyartunnilin

Øll kenna vit ævintýrið um keisaran, sum dámdi so ógvuliga væl vøkur og nýggj klæðir, at hann brúkti alt, sum hann átti, til at pynta seg fyri.

 

Ein dagin bleiv hann tó svikin av tveimum skálkum, sum søgdu seg vera vevmenn og kundu veva vakrasta vevnað, ið hugsast kann. Tað vóru ikki bara litirnir og mynstrini, sum vóru óvanlig, men eisini klæðini, sum vóru soleiðis skikkað, at tey vóru ósjónlig hjá teimum, sum vóru ódugnalig í starvi sínum ella býttari enn fólk flest.

 

Keisarin vísti klæðini fram fyri øll í býnum, men ongin tordi at siga, at tey ongi klæði sóu. Ongin vildi skírast at vera býtt ella ódugnalig. Tvørturímóti róptu tey øll í kóri “Magnifique! Prýðiligt!! Ekselent!”

 

Skák og mát

 

Seinastu tíðina havi eg meira enn eina ferð hugsað um hetta ævintýrið hjá H.C. Andersen í sambandi við viðgerðina – ella manglandi viðgerðina – av Suðuroyartunlinum. Ein viðgerð, sum er løgd uttan fyri vanliga fyrisiting og fólkaræðisligar stovnar og myndugleikar. Í eitt partafelag, sum hvørki hevur skyldu til at fylgja fyrisitingarlógini ella lógini um alment innlit, sum eru lógir, sum skulu tryggja Føroya fólki opinleika og gjøgnumskygni í øllum avgerðum. Sum skal tryggja, at miðlar og onnur kritiskt kunnu viðgera arbeiðið hjá okkum politikkarum. Sum so at siga, skulu halda okkum politikkarar skák, so vit ikki misbrúka okkara vald og embæti.

 

Eg eri stórliga bangin fyri, at ævintýrið um Suðuroyartunnilin endar sum ein marrudreymur, um vit ikki steðga á, anda djúpt og taka eina væl grundaða avgerð, sum er gjøgnumskygd og skynsom – í dag og fyri ættarliðini sum koma. Bæði tá ið tað kemur til linjuføring, og hvørt vit yvirhøvur hava ráð til at gera eina so stóra íløgu – og ikki minst, hvørji frávalini vera, um vit fara undir ein suðuroyartunnil.

 

Málið er ikki búgvið til støðutakan. Tað eru alt ov nógvir ókendir faktorar. Men beint nú kennist tað sum at verða sett skák og mát.

 

“Politiska vindeygað”

 

Um vit skulu gera hesa risa íløgu – ta størstu og dýrastu í Føroya søgu – í ein undirsjóvartunnil til Suðuroynna, so hava vit skyldu til at velja bestu farleiðina. Farleiðin skal vera tann besta um 10 ár, 20 ár og 50 ár. Ikki bara tann besta her og nú fyri at fáa eina politiska semju ígjøgnum, tí “nú er politiska vindeygað opið”, sum meira garvaðir politikkarar enn eg, taka til. Orsakað av hesum “politiska vindeyganum”, sum nú er á gloppi, liggur eitt uppskot í Løgtinginum, sum fer at læsa okkum fast á eina farleið, sum helst ikki er tann besta.

 

Trupulleikin er tann, at farleiðin ongantíð hevur verið til veruliga politiska umrøðu og aðrar farleiðir eru als ikki kannaðar. Farleiðin var vald áðrenn Løgtingið bleiv kunnað um verkætlanina. Sum skilst fyri fleiri árum síðani, men sjálv fekk eg ikki innlit í hana fyrr enn seint á heysti í 2024.

 

Sjálvandi áttu ymiskar farleiðir at verið kannaðar nærri, áðrenn endalig støða varð tikin um eina ávísa farleið. Og sjálvandi skuldi politisk støða verið tikin á fult upplýstum og gjøgnumskygdum grundarlagi, áðrenn nakað lógaruppskot um prosjektering varð borið í Tingið.

 

Trýstið á einstøku tingfólkini er øgiligt – og tíðarpressið somuleiðis. Um 5 minuttir letur “politiska vindeygað” aftur. Men slíkt press førir ikki til skynsamar og góðar avgerðir.

 

Sum í hondbóltinum tørvar okkum í politisku skipanini eitt leikbrá.

 

Besta farleiðin

 

Landsverk, sum er stovnur undir landinum, sum skal halda góðan fyrisitingarsið, fyrisitingarlógina, lóg um alment innlit o.s.fr., hevur í fleiri umførum víst á, at besta farleið er, at linjuføringin er frá norðanfyri Sandsbygd, umvegis Skúvoy og so víðari til Sandvíkar. Hetta er nøkulunda sama linjuføring, sum áhugabólkurin við Jón Sigurðsson, Kristiani Stórhamar og Mourits Joensen vísir á.

 

Og hetta er eftir mínum tykki eisini nógv tann besta linjuføringin. Hon ger ikki stór inntriv í náttúruna, hon hevur eina loysn, so Skúvoy verður knýtt uppí uppá ein ordiligan máta, hetta er stytsta samlaða farleið millum Suðuroy og meginøkið og so eru eisini færri hæddarmetrar í hesi linjuføringini.

 

Um onki broytist komandi tímarnar ella í besta føri komandi fáu dagarnar, so fer ein meiriluti av Løgtinginum at trýsta á grøna knøttin og binda okkum til, at ein komandi suðuroyartunnil fer at ganga úr náttúruvakra økinum við Stóravatn, í Djúpadal og til Sandvíkar. Ferðslan fer at verða leidd gjøgnum Sandsbygd til stóran ampa fyri heimasandsfólk. Skúvoyggin fer at hanga í einum klønum tráði – ella rættari “tarmi”. Og farleiðin úr Suðuroynni til meginøkið fer samanlagt at vera longri, sum hvørki er gott fyri umhvørvið ella samfelagsbúskapin. Harafturat vita vit framvegis ikki, hvat vit skulu gera við alt grótið úr tunlinum.

 

Umhvørvið dugir ikki sjálvt at tala at, men allir hoyringspartar, sum hava áhuga í umhvørvinum, meta hetta vera eina vánaliga farleið. Harafturat vísir Yvirfriðingarnevndin á, at náttúrufriðingarmyndugleikar als ikki eru tiknir við í viðgerðini av valdu farleið. Tað er serstakliga óheppið fyri allar partar, um hetta verður gjørt ov seint í viðgerðini.

 

Áðrenn farið verður undir at fyrireika, prosjektera og bjóða út verkætlanina, sum verandi lógaruppskot leggur upp til, eiga vit at kanna fyrimunir og vansar við nevndu farleiðunum. Gera neyvar metingar av jarðfrøðini, trygdini, ávirkanini av umhvørvinum á allari farleiðini, avleiðingunum fyri allar bygdirnar, CO2-útláti v.m.

 

Hava vit ráð?

 

Landsbankin og Búskaparráðið, okkara politiskt óhefta búskaparfrøðiliga ráðgeving, vísa á, at vit hava ikki ráð til at gera ein tunnil til Suðuroyar, sum støðan er nú. Tí fegnist eg um, at støða ikki verður tikin til tað beint nú. Beint nú er ætlanin “bert” at “fyrireika, prosjektera og bjóða út verkætlanina”, so vit koma at kenna endaliga kostnaðin av tunlinum. Men tað arbeiðið má gerast fyri bestu farleið – men hana kenna vit ikki enn, tí forkanningar ikki eru gjørdar fyri ymisku farleiðirnar.

 

Ikki fyrr enn besta farleiðin er vald, er málið búgvið at bera í Løgtingið. Tá ið prosjekteringin er liðug, fáa vit endaliga kostnaðin at vita – og kunnu tá taka støðu til, hvørt vit meta tað vera skynsamt ella ikki at fara undir at gera ein tunnil til Suðuroyar. Sosialt og búskaparliga. Vit mugu gera okkum greitt, at um vit fara undir at gera ein suðuroyartunnil, so velja vit samstundis nógv annað frá. Tann avgerðin skal takast á fult upplýstum grundarlagi.

 

Men áðrenn støða yvirhøvur verður tikin um, hvørt vit skulu hava ein suðuroyartunnil, mugu vit steðga á, taka eitt time-out, svara øllum ósvaraðum spurningum – so vit við vissu vita, at avgerðin um sjálva linjuføringina er tikin á haldgóðum grundarlagi.

 

Tað er ikki støðan í dag. Ongin veit, nær avgerð er tikin um linjuføringina, og heldur ikki hvør hevur tikið avgerðina. Men eitt er vist: hon er tikin uttan at hava kannað aðrar linjuføringar til fulnar.

 

Við vanda fyri at verða skírd bæði býtt og ódugnalig, má eg, sum lítla barnið í ævintýrinum, rópa: “Men keisarin er jú púra nakin!”

 

 

 

Liljan Weihe

 

Løgtingskvinna, Tjóðveldi