AFEN ráðstevna í Edinburgh

4-5 December verður ein AFEN ráðstevna hildin í Edinburgh. AFEN er ein stytting av Atlantic Frontier Enviromental Network og sum er fíggjað og stuðlað av teimum oljufeløgum sum einahelst hava áhuga í oljuframleiðslu vestan fyri Hetland, umframt at kenda UKOOA, samtakið av bretskum oljufeløgum, eisini er sponsorur.

 

Oljuráðstevna



Á hesari ráðstevnuni verða heitini ?Managing the Resources of the Atlantic Margin? og ?A Sustainable Future?? Hópur av fyrilestrum verða hildnir um oceanagrafi, plankton, fiskastovnar, sjófuglar, fiskivinnuna, OSPAR og so sjálvandi um olju og gas.


Øll oljufeløgini, sum hava leitiloyvi á føroyaøkinum, hava umboð í FOIB Umhvørvisbólkinum og luttaka hesi. Luttakandi føroyingarnir eru frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, Biofar, øðrum almennum stovnum umframt ANADARKO.


Mett verður at henda ráðstevna er sera relevant fyri Føroyur ikki minst eftir at olja er funnin og at vit nú stevna ímóti einari olju og gasframleiðslu á okkara øki.