Afganski forsetin flýddur til arbiskt land við familju

Ashraf Ghani vísir aftur skuldsetingu um at hava tikið stóra peningaupphædd við sær, tá hann fór úr Afganistan

Ashraf Ghani hevur verið forseti í Afganistan síaðni september í 2014. Hann flýddi av landinum 15. august eftir at Talinban var um at taka valdið í landinum. - Foto: Stringer/Reuters

Afganski forsetin, Ashraf Ghani, er í løtuni í Sameindu Arabisku Emiratunum saman við familju síni.

 

Tað upplýsir uttanríkisráðið í Sameindu Arabisku Emiratunum.

 

Forsetin hevur dag sjálvur úttalað seg í eini video.

 

Ghani fór úr Afganistan, tá hernaðarliga talibanrørslan sunnudagin 15. avugust tók landsins hvøuðsstað, Kabul.

 

Higartil eru eingi almenn boð komin um, hvaðar Ghani er flýddur. Men í dag ljóðar, at Ghani og familja eru flýdd til landið á Arbisku Hálvoynni.

 

– Uttanríkisráðið hjá Sameindu Arabisku Emiratunum kann vátta, at Sameindu Arabisku Emiratini hava boðið Ashaf Ghani og familju hansara vælkominum av menniskjansligum orsøkum, verður sagt í boðum.

Ashraf Ghani greiðir í sjónbandaupptøku í dag frá, at hann kendi seg noyddan at flýggja fyri at sleppa undan blóðbað.

 

Harafturat vísir hann aftur skuldsetingar um, at hann hevur tikið við sær stóra peningaupphædd. Afganski sendimaðurin í Tadsjikistan segði í dag, at Ghani tók 169 milliónir dollarar við sær úr Afganistan.

 

Tær skuldsetingarnar kallar forsetin »grundarleysar« og »lygnir«.

 

Ashraf Ghani gjørdist forseti í Afganistan í 2014. Hann hevur síðani staðið á odda fyri eini stjórn, sum hevur verið stuðlað av Vesturheiminum.

 

Eftir at hann flýdddi hevur talibanrørslan tikið valdið í landinum. Tað er tó enn eingin nýggj stjórn ella almennur leiðari settur í Afganistan.

 

Hertøkan hjá Taliban av Kabul sunnudagin kom eftir fleiri stríð í fleiri dagar.

 

Dagarnar frammanundan hevði rørslan tikið fleiri landspartahøvuðsstaðir, áðrenn hon tók høvuðsstaðin og forsetaborgina.

 

Hertøkan hjá Taliban í Afganistan hendir, eftir at amerikanskar deildir og teirra sameindu høvdu tikið seg úr landinum.

 

Ein samgonga undir amerikanskari leiðslu gjørdi innrás í Afganistan í 2001 eftir álopini á USA 11. september í 2001.

 

Hernaðarliga samgongan al-Qaeda undir leiðslu av Osama bin Laden stóð fyri álopunum, sum millum annað raktur Wordl Trade Center í New York.

 

Taliban helt tá hondina yvir Osama bin Laden.

 

/ritzau/Reuters

 

 

 

 

 

 

 

Ashraf Ghani hevur verið forseti í Afganistan síaðni september í 2014. Hann flýddi av landinum 15. august eftir at Talinban var um at taka valdið í landinum. - Foto: Stringer/Reuters