Afghanskur hermaður skjeyt tveir bretar

Ein hermaður í afghanska stjórnarherinum hevur skotið tveir bretskar hermenn uttan fyri høvuðsstøðina hjá bretska herinum í Helmand-landspartinum har suðuri í Afghanistan. Tað sigur bretski verjumálaráðharrin, Philip Hammond. Hann leggur afturat, at aðrir bretskir hermenn, sum vóru hjástaddir, tóku síni vápn og skutu tann afghanska hermannin.

Ein afghanskur embætismaður sigur, at eftir øllum at døma vóru hermenninir farnir at keglast um eitt ella annað, og tað endaði við, at tann afghanski hermaðurin fór at skjóta eftir hinum.

Tíðindastovurnar skriva, at tilburðurin í dag er fyribils tann seinasti í einari røð av slíkum tilburðum, sum hava verið í Afghanistan í seinastuni.