African Nations kann avgera Premier League

Chelsea má vera fýra spælarar fyriuttan í januar mánaði. Og í botninum missir Portsmouth ikki færri enn seks spælarar

Fótbóltur

Strævna jólaskráin og ein ofta ófantaligur januar mánaður eiga ofta sín avgjørda lut, tá endaliga støðan í Premier League verður gjørd upp í mai mánaði.
Samstundis sum ensku feløgini soleiðis gera seg til reiðar til eitt sera avgerandi tíðarskeið, mugu fleiri av somu feløgum ásanna, at hetta verður uttan nakrar av stóru profilunum hjá liðnum. Ikki vegna skaðar ella leikbann, men tí African Nations verður spælt um hetta mundið.

Oddalið størsta partin av hesum kappingarárinum hevur verið Chelsea. Ikki minst takkað verið nøkrum av afrikonsku profilunum hjá liðnum.
Og hóast hópurin er bæði breiður og sterkur, so er eingin ivi um, at tað kann verða tungt, tá liðið skal spæla fleiri dystir uttan menn sum Didier Drogba, Michael Essien, John Obi Mikel og Salomon Kalou.
Argastu kappingarneytarnir hjá Chelsea eru Manchester United og Arsenal, og har sleppa ensku meistarnir heilt undan afrikanskari fráveru, meðan Arsenal má vera Alex Song og Emmanuel Eboue fyriuttan.
Í botninum er Portsmout liðið, sum er ringast fyri av øllum. Ikki bara á stigatalvuni, har liðið enn er niðast, men eisini við African Nations, har ikki færri enn seks av spælarunum hjá felagnum skulu royna seg. Hesir eru Kevin Prince Boateng, Nadir Belhadj, Hassan Yebda, John Utaka, Nwankwo Kanu og Aruna Dindane.

Eingin ivi
Í fleiri ár hevur verið tosað um, at fótbóltskalendarin, sum verður nýttur í UEFA, og sum fastlæsir nakrar ávísar landsdystarterminir, eisini skal fevna um landsdystir í Afrika.
Um so verður, er sjálvandi eitt mál fyri seg. Men so leingi sum hetta ikki er gjørt, er eingin ivi um, at spælararnir vilja spæla fyri land sítt. Tað er í øllum førum niðurstøðan hjá Didier Drogba, sum av BBC varð spurdur, um tað ikki var keðiligt at fara úr Chelsea til Afrika júst nú.
- Vit spælarar skulu taka lut í African Nations. Hetta tí tað er ein risa uppgáva at lyfta heimspartin. So hetta er nakað, sum feløgini mugu liva við, sigur Drogba við BBC.
Og her og nú tykist tað heldur ikki, sum gremja ymsu venjararnir seg tað heilt stóra. Tað er tó eingin ivi um, at verða úrslitini ikki til vildar hjá teimum feløgum, sum hava spælarar í Afrika, fer tosið skjótt at ganga. Bæði í botni og toppi standa milliónaupphæddir upp á spæl, og tá er ikki ráð til mistøk av nøkrum slag.