Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður
Tá ið formaðurin í Landsfelag Pensjonistanna sigur, at føroyska fólkapensjónin við ískoytum er dragnað munandi seinastu árini samanborið við ta donsku, so er tað ikki rætt. Tvørturímóti er føroyska pensjónin í hesum samgonguskeiðinum vaksin munandi meir enn tann danska. Og tá vit samanbera tøku pensjónina, tvs. aftaná skatt, er føroyska pensjónin farin upp um ta donsku.
Hetta er sjón fyri søgn í talvuni niðanfyri, ið fylgir uppgerðarháttinum í Nordisk Socialstatistisk Årbog. Sum ískoyti til donsku pensjónina er sonevndi eldrakekkurin tikin við. Og sum ískoyti til føroysku pensjónina er viðbót til ávísar pensjonistar (sonevndi brennistudningurin) tikin við, umframt Samhaldsfasti.
Samhaldsfasti ger munin
Tað er Samhaldsfasti, ið ger tann stóra munin millum føroysku og donsku pensjónina. Og tað er har stóra hækkingin í føroysku pensjónini er hend seinastu 3 árini, soleiðis at útgjaldið hækkar heilt upp í 1860 kr um mánaðin nú frá 1.jan. 2007. Og um eitt ár fer hann upp á 2.200 kr. um mánaðin.
Júst sum tað verður gjørt í Nordisk Socialstatistisk Årbog, eigur Samhaldsfasti sjálvsagt at roknast uppí sum ískoyti: tí eins og øll, sum fylla 67, eiga rætt til fólkapensjón, eiga øll sum fylla 67 eisini rætt til Samhaldsfasta. Einhvør borgari fær Samhaldsfasta, uttan mun til um man hevur havt stóra, lítla ella onga inntøku á arbeiðsmarknaðinum – øll fáa tað sama – og tí er Samhaldsfasti ikki ein arbeiðsmarknaðarpensjón men ein almannapensjón eins og fólkapensjónin.
Tí er tað óreiðiligt at blíva við at tosa um fólkapensjónina, uttan at vilja rokna Samhaldsfasta við, ikki minst tá man samanber við donsku pensjónina.
Lægri skattur ger munin í tøkari pensjón
Í Danmark ber øll pensjónin skatt, og haraftrat við munandi hægri prosenti enn í Føroyum.
Í Føroyum eru grundupphædd og brennistudningur skattafrí, og restin (t.v.s. knappliga helvtin) ber ein munandi lægri skattaprosent enn í Danmark. Móti hesum ger tað lítlan og ongan mun, at danski botnfrádrátturin er nakað hægri enn tann føroyski.
Um man skal samanbera skattingina av pensjónini í Føroyum og Danmark í 2007, svarar føroyski skatturin til 6–7% av allari føroysku pensjónsveitingini, meðan danski skatturin svarar til 23–27% av allari donsku pensjónsveitingini.
Men framvegis eru skeivleikar at rætta
Hóast tað sum er nevnt omanfyri, er framvegis neyðugt at bøta munandi um føroysku pensjónirnar. Eitt er framhaldandi at hækka upphæddirnar í tráð við inntøkuvøkstur og kostnaðarhækkingar í samfelagnum. Men tað eru eisini stórir skeivleikar at rætta, sum t.d. tá annar av hjúnunum, sum onga aðra inntøku hevur, missir alt ov nógv í viðbót og í skatti av samhaldsfasta, tí hin hjúnarfelagin hevur eina hampiliga inntøku, antin tí hann/hon enn er virkin á arbeiðsmarknaðinum ella fær eina góða eftirlønaruppsparing. Hetta er óvirðiligt og avgjørt eitt brek við pensjónsskipanini, sum má rættast í samband við arbeiðið við einum pensjónsreformi.
Niðurstøðan er tó greið
Av talvuni sæst, at áðrenn skatt fær ein stakur einar 1100 kr. minni og eini hjún knappar 500 kr. minni í Føroyum enn í Danmark. Men aftaná skatt er vent í holuni: tá fær ein stakur góðar 1000 kr. meir og eini hjún 2100 kr. meir í Føroyum enn í Danmark.
Annars skal eg lata tølini í talvuni og í strikumyndunum tala fyri seg sjálvan.
(Talvur og strikumyndir eru niðanfyri og eisini í viðhefta excel-rokniarkinum)
Fólkapensjón við øðrum ískoyti, áðrenn og eftir skatt pr. mánað til fólk, sum ikki hava aðra inntøku 20042004Munur20072007Munur FøroyarDanmarkFø-Dk 2004FøroyarDanmarkFø-Dk 2007Støk Grundupphædd 4.169 4.648 4.169 4.952 Viðbót 2.544 4.679 2.862 4.985 Samhaldsfasti 697 - 1.860 - Viðbót t. ávís. pensj./ældrecheck 415 425 558 633 - Tils. áðrenn skatt 7.825 9.752 -1.927 9.449 10.570 -1.121 - Tils. aftaná skatt 7.459 7.159 300 8.775 7.748 1.027 Hjún, bæði pensjonistar Grundupphædd 6.626 9.296 6.626 9.904 Viðbót 3.938 4.368 4.430 4.656 Samhaldsfasti 1.394 3.720 - Viðbót t. ávís. pensj./ældrecheck 415 850 558 1.266 - Tils. áðrenn skatt 12.373 14.514 -2.141 15.334 15.826 -492 - Tils. aftaná skatt 11.942 11.264 678 14.351 12.242 2.109Kelda: Nordisk Socialstatistisk Årbog og Almanna- og heilsumálaráðið, Fíggjardeildin (sum hevur gjørt metingina av 2007)
Í skattaútrokningini av føroysku pensjónunum er brúkt miðal kommunala skattaprosentið fyri alt landið uppá 20,6%”