Lerwick: Rigmor N. Joensen satsar fyrst og fremst upp á hálva marathon-teinin á oyggjaleikunum. Men mánadagin tók hon eisini lut á 10.000 metra teininum.
Tað var tó ikki væntandi, at talan skuldi gerast um nakað heiðursmerki í hesum, men heldur um eina góða harða venjing at kalla. Og Rigmor var eisini nakað langt frá fremstu rennarunum.
Vinnarin í kappingini var av Hetlandi, og rann hon teinin í 38.19,74. Rogmor gjørdist nummar sjey av teimum sjey luttakarunum í tíðini 42.38,59