Aftur í 80-ini

Tjóðveldisflokkurin hevur aftur víst, hvat hann er bestur til: at vinda pengar úr donsku lønmóttakarunum. Nú hevur landstýrið 4 ferðir verið í Danmark og hótt við at rýma úr ríkisfelagsskapinum, men danskarar hava bakkað líka til teir fingu sín vilja. Stóri sigurharrin er Poul Nyrup Rasmussen, tí ríkið minkar ikki í hansara stjórnartíð.

 

Magni Dalsgaard

javnaðarmaður


Danskar stjórnir verða sitandi komandi 16 árini við føroyskum tummilskrúvum og vit verða í somu støðu, sum í 80-unum, vit kunnu gera, hvat vit hava hug til, og vit fáa 16 milliardir afturfyri.

Komandi ár skulu vit til eina bindandi fólkaatkvøðu um stevnuskránna hjá Gamla sjálvstýrinum - hon er so vatndeyð, at henni kann eingin stemma ímóti.

Vit hava tað fínt, næstan líka so gott sum danskarar.

Nýggi tjóðsangurin verður tann hjá The Tremelous:

Step by step baby, step by step,

take it easy, and you won't regret