Seinastu árini eru fá sethús bygd í Føroyum, men nú stinga nøkur nýggj hús seg upp her og har.
Ein teirra, sum trýr upp á framtíðina, er byggimeistarin Høgni Mikkelsen. Í 80-árunum og fyrst í 90-árunum bygdi hann fleiri hús, líka til kreppan setti fót fyri øllum virksemi í landinum.
Men nú fer Høgni at royna aftur. Ætlan hansara er at byggja 12 sambygd hús við Løgmansbreyt, Eystan Gil.
Húsini verða í tveimum hæddum, og fólk kunnu velja, um tey keypa húsini við báðum ella bara aðrari hæddini innrættaðari.
Fýra snið verða at velja ímillum.
Høgni Mikkelsen er sannførdur um, at áhugi er fyri hesum húsum, og so skjótt sum umleið helvtin r umbiðin, fer hann undir at smíða.