Aftur broyting á landsliðnum

Superliga spælari hevur givið avboð og verður avloystur av B36’ ara

Ári Mohr Jónsson hevur givið avboð til komandi landsdystir. Lars Olsen hevur ístaðin sent boð eftir Alex Mellemgaard úr B36, skrivar FSF.fo.


Les eisini: Víkingar skulu styrkja landsliðið
 

Silkeborg-leikarin, Ári Mohr Jónsson, hevur meldað avboð til EM-undankappingardystirnar móti Norðurírlandi og Ungarn vegna skaða. Ístaðin hava Lars Olsen og Jóannes Jakobsen, venjarar, sent boð eftir Alex Mellemgaard úr B36.

 

Les eisini: Lars vil hava stig tíðliga

 

Alex Mellemgaard, sum enn hevur sín fyrsta landsdyst til góðar, var eisini úttikin til dystin móti Finnlandi. Men í fyrireikingum bleiv Alex skaddur, og var tískil ikki tøkur til dystin ímóti finnum.

 

Les eisini: HB' ari inn fyri brotnan HB' ara

 

Føroyar skulu spæla móti Norðurírlandi og Ungar seinni í hesum mánaðinum.