AWI í Runavík hevur aftur gjørt ein 39 fót bát til Grønlands. Báturin er 11,88 metrar langur og 4 metrar breiður og hevur ein 265 HK Volvo motor.
Báturin, sum eitur Angu-Naja, skal til ein útróðrarmann í bygdini Atammik, skrivar Føroyska Sjómansmissiónin á sínum vanga á facebook.
Báturin líkist teimum bátunum, sum AWI hevur gjørt til Grønlands síðstu árini. Teir eru serliga sterkt bygdir og bjálvaðir, so teir kunnu sigla í ísfarvatni og har tað gerst kalt.
Báturin er bæði riggaður til at fiska við gørnum og við línu.
Eisini er hann ávegis riggaður til at royna við rúsum eftir krabba.
Sum tann fyrsti, ið fer til Grønlands, hevur hesin sleingikjølar.
Føroyska sjómansmissiónin ynskir eigaranum tillukku og Guds signing við Angu-Naja, skrivar Føroyska Sjómansmissiónin á sínum vanga á facebook og har eru eisini fleiri myndir av bátinum at síggja.











