VIDEO: Áki D. Samuelsen livir tann stóra dreymin

(Video) Síggj og hoyr samrøðuna FSF-varpið hevur gjørt við Áka D. Samuelsen

Mynd: FSF

FSF skrivar: 

 

Ungi havnadrongurin hevur gjørt dreymin til veruleika. Áki Samuelsen spælir í dag yrkisfótbólt uttanlands, og er nú eisini vorðin partur av A-landsliðnum

 

——————

 

Tá Eyðun Klakstein, A-landsliðsvenjari hjá monnum, kunngjørdi hópin til Baltic Cup 2026, var eitt spildurnýtt navn í A-landsliðshøpi millum teir 23 spælararnar, ið vórðu úttiknir.

 

Talan er um Áka Samuelsen, ið hevur fingið sín fótbóltsuppvøkstur í HB, men sum seinastu árini hevur spælt sum professionellur fótbóltsspælari í fyrst Noregi, og seinasta hálva árið í bestu deildini í Svøríki.

 

Manslandsliðið luttekur í hesum døgum í Baltic Cup, og aftaná venjingina hósdagin fekk FSF Varpið orðið á Áka Samuelsen, ið er bæði glaður og errin um at vera partur av A-landsliðnum. Áki setir eisini orð á, hvussu tað er at liva stóra dreymin sum fulltíðir yrkisfótbóltsspælari uttanlands.

 

Føroyar spæla fyrra dystin í Baltic Cup leygardagin 6. juni klokkan 16:00, tá Estland tekur ímóti á Ranna Stadion í Pärnu. Skrivar FSF.

 

HER ber til at síggja og hoyra samrøðuna FSF-Varpið hevur gjørt við Áka D. Samuelsen:

 

##med2##

 

Mynd: FSF