Aftur eitt meistaraverk!

Ummæli og hugleiðingar av eini søgubók

 

Hanus Vang



Hans Jacob Debes:

FØROYA SØGA:

Frá kongligum einahandli ? Til embætismannaveldi


Føroya Skúlabókagrunnur, 2000.

Søguligur inngangur

Eg fekk søgufobi sum smádrongur í skúlanum í Kaldbak.

Fyrstu árini lærdu vit mest um Danmark í søgu. Vit lærdu danskar sálmar uttanat.

Men tó eisini onkrar einkultar føroyskar.

Í landalæru lærdu vit mest um danskar býir. Og við skomm at siga frá, so minnist enn teir í Fyn.

Sjálvt um bæði Edmund í Garði og Hanna Lisberg vóru deiligir lærarar, so høvdu tey kanska ikki tá brotið seg burturúr sínum egna barnalærdómi á Strondum og í Vági.

Í kirkjuni sungu vit danskar sálmar. Kanska ikki bara danskar á jólum, og kanska heldur ikki bara danskar, tá tað var jarðarferð.

Fleiri í bygdini flaggaðu einans við donskum flaggi.

Tá vit fingu Katrin Michelsen, fødd Petersen, úr Kaldbak, og harvið eisini ofta Ólav Michelsen sála, sum lærara, fóru vit at hoyra meiri um egnu søgu okkara. Og eisini um Føroyar í verðini.

So við og við vaknaði nakað av søguhugi í einum.

Harafturat hevði Katrin altíð verið so góð við meg, tá eg var lítil í Sólgørðum, so tað var hugnaligt.

Lívið lagaði seg tó soleiðis, at aldrin hevur verið nóg mikið av tíð til at lesa bøkur. Vórðu bløðini klárað so dánt, var tað alt.

Hans Jákupsa bøkur

Í 1994 fekk eg eina bók. Eina søgubók. Entá um Jóannes Patursson, sum eg altíð havi mett so sera høgt. Hann er sanniliga ein av teimum allar dyggastu!

Bók Hans Jakkusar um Jóannes Patursson kom út í 1991 á forlagnum Søgumál.

Jóannes Patursson var bóndi, yrkjari, politikkari og søguskrivari. Og nú kann sigast at hann mestsum hevði profetagávur. ?Tilboðið? hann fekk frá dønum í 1906, má sigast at vera komið gott og væl í gildi, umleið eina hálva øld seinni. Hetta tilboðið gjørdi, at ?Føroyarørslan? klovnaði og Sambandsflokkurin varð stovnaður, og Jóannes bóndi varð, frá fleiri síðum, forfylgdur, útspiltur og rakkaður niður restina av lívi sínum. Eisini varð hann ákærdur fyri ?Højforræderi? - ímóti Danmark - í sokallaða Noregsmálinum.

Í fyrra verðaldarkrígnum var hann við til at gera eina ?adressu?, við tí endamáli at lætta um vøruinnflutningin. Av tí at adressan varð stílað til bretskar myndugleikar gjørdist málið álvarsligt, og varð viðgjørt í danskari Landstingsnevnd. Ein stór nevndarfrágreiðing varð skrivað um hetta, og hevur hon altíð verið nevnd ?Fúlabók?

Hann gjørdist fremsti framsøgumaður okkara, eins og langabbin Nólsoyar Páll. Hann tordi at taka útspillingina, og tað hartil hoyrir, og geva tí orð, ið flestu fólk ynskja innast inni.

Hans Jakku er, eftir mínum tykki, tann allarbesti at greiða frá um søgu okkara.

At lesa hesa bók var ein deilig uppliving. Eg hevði aldrin fyrr lisið eina søgubók eins og eina spennandi skaldsøgu. Tað er ein ótrúliga fongslandi pennur Hans Jakku hevur.


Brot úr bókini um Jóanes Bónda (síða 135)

Spurdur: ? Hvat gevur stjórnmálayrkið tí manni, sum er tænari tess?? svaraði hann: ? Til tað veit eg einki eintáttað svar, annað enn tað, at eingin løn er stjórnmálamanninum hollari til longdar enn góð samvitska?

Brot úr viðtali í Dagblaðnum 3. mai í 1946: ?45 ár á tingi. Samrøða við Jóannes Patursson?

Hetta viðtal var í sambandi við at hann legði tingstarvið frá sær áttati ára gamalur. Tríggjar mánaðir seinni doyði hann.

Omanfyri nevndu orð áttu kanska at staðið innrammað í løgtinginum.


Seinasta útkomna Føroya søga

Nú á jólum fekk eg nýútkomnu søgubók Hans Jakkus.

Hon er eins fangandi og hinar. Greið og løtt at lesa

Ein eg kenni væl fekk eisini bókina á jólum, og hann segði mær, at hann varð so keddur av tí, tá bókin var liðugt lisin.

Hetta er ein sera snotulig bók.

Flottar litmyndir, ótrúligir myndatekstir, gott pappír, góð innbinding og dámligt umslag, við mynd hjá Rósmeier.

Tó er at undrast á, at ikki øll síðubreiddin verður brúkt til lesitekstin, og síðani kundu myndir og myndatekstur staðið, har tað hóskaði, og sjálvandi eisini um alla síðubreiddina.

Keldulistin:

Til stuttleika las eg eisini keldulistan. Hann er ótrúliga umfatandi bæði so og so.

Tí undraði tað meg ikki sørt, at hvørki Zakaris Wang ella Ólavur Christiansen eru har at finna.

Hetta er ikki tí, at Zakaris er bróður mín, men tí eg haldi, at teir hava funnið ymiskt týdningarmikið úr gloymskunnar havi, og hava enntá eisini megnað at fingið givið nógv av tí út í bøkur - á privatum herðum.


Frøðilig atfinning!

Eitt hjartasuff má tó eisini koma við.

Tað er, at tað sýnist eins og lagt verður upp til, at søgufrøðin, í hesi útlegging, hevur hug til at góðtaka ?ANSCHLUSS?. At vit gjørdust amt og so framvegis. Tað kann ikki passa. Tí passar tað, so mátti Danmark, ella søgulig skjøl, kunna sagt nær og hvussu.

Er ikki munur á tí, ið sýnist, og tí sum er?

Innasta djúpasta jurain má vera útgangsstøðið, bæði fyri politiskari framferð og ikki minni fyri søguskrivingini.

Tað passar ikki at ? ANSCHLUSS? kann fara fram einvegis. Tað er í minsta lagi grov manipulasjón, ódemokratiskt og órættvíst.

Og beint ímóti fólkarættinum, sum ikki fyrnist.

Tá vit vóru børn varð sagt: FINGIÐ er FINGIÐ!

Ein okkara ?menti? hesa málisku til: STOLIÐ er STOLIÐ!

Soleiðis at onki var at gera við tað.

Man politikkur Danmarkar vera á smádreingjastøði?

Danmark eigur ikki at sleppa at stjala Føroyar.

Og lat okkum vóna, at tað ikki er tað, sum sosialdemokratarnir, við Nyruppi á odda, ætla sær í fullveldismálinum.

Ætlaða fólkaatkvøðan í mai snýr seg um hesi viðurskifti.

Sum Shakespeare segði: TO BEE, OR NOT TOO BEE ! THAT?S THE QUESTION!


Meira um bókina!

Sum sagt fekk eg ?bókina? á jólum. Og tað var ein gáva við lít!

Síðani tá havi eg lisið hana á tamb, og tað var ein uppliving av teimum frægu.

Fyrst blaðaði eg ígjøgnum bókina, hugdi eftir myndunum, og ikki at gloyma, las myndatekstirnar. Tá fekk eg fyrstu gjøgnumgongdina, fekk ein tvørskurð av øllum, gjørdist forvitin, og slepti ikki bókini fyrrenn hon var liðug. Og nýtti hvørt orð.

Takk fyri Hans Jakku!

Ongin hevur sum tú, inntil nú, dugað at framleggja felags søgu okkara, so greitt, og so uttanveltað. Keðiligt at tú ikki ert heilt á rættari leið alla tíðina.

Persónliga vildi eg ynskt, at hugsjónarmaðurin og politikkarin Hans Jakku, onkuntíð innímillum, slapp eitt sindur framat í verkinum, soleiðis at vit fingu nakna sannleikan klárari. Kanska kundi tað verið gjørt í fótnotuviðmerkingum. Søguliga verkið hevði avgjørt verði meiri spennandi og mennandi av tí.

Eg bæði ynski og vóni at tú hevur restina av Føroya Søgu væl á veg til prentingar. At okkum verður unt at kunna fara at njóta framhaldið. Serliga gleði eg meg til søguna aftaná kríggið.


Umstøður:

Fyri at kunna gera sovorðin megnarverk má basis, ella støðið vera í lagi. Skilligt er at á hesum øki lekur ímillum teori og praksis. Eins og tað alt ov ofta ger har tað almenna er partur í málunum. Spell.

Eg havi frætt, at Hans Jakku ikki longur er í starvi á Fróðskaparsetri Føroya.

Tað tykist ótrúligt, keðiligt og sera óheppið.

Sjálvandi skal mætasti søgumaður okkara vera til verka, har søguliga støðið undir framtíð okkara skal koma á pláss?

Tað eigur at bera til at finna fram til eitt ávíst tilknýti, har báðir partar eru nøgdir.

Flekstíð og free-lance eru hugtøk, ið hóska sera væl til ta føroysku fólkasálina.

Hví so ikki á Debesartrøð?

Setrið hevur avgjørt brúk fyri bestu kreftunum vit eiga. Til frama fyri framtíðina og trúvirði úteftir.

Í studentauppreistrartíðini varð Fróðskaparsetrið einans rópt ?SKRUBBSETRIÐ?. Men tað var áðrenn Hans Jakkusa tíð har. Kanska kom skrubbið av, at har var so trongt, bæði so og so.

Kanska eiga vit at purra út á UMS: Farið kreativt til verka fyri kontinuitetin á Debesartrøð. Fyri Føroyar.

Takk fyri!

Eg vil takka tær mirðiliga fyri hesa bókina eisini. Vónandi verður ikki leingi til vit síggja framhaldið.

Annars havi eg varhugan av, at neyvan hevur tú nakrantíð havt so tætt ímillum lesararnar sum nú, vit eini tvær ferðir um vikuna kunnu lesa teg í OYGGJATÍÐINDUM.

Neyvan hevur tú heldur havt so mong viðhaldsfólk nakrantíð sum nú, tú hevur loyst, ella ert loystur frá Setrinum, og hevur fingið betri jørðsamband við tað, ið rørir seg millum vanligu menniskjuni.

Vit føroyingar hava tær sanniliga nógv at takka fyri Hans Jakku. Vælsignaður halt á við góðum treysti!

Vit skilja ikki, at ein sovorðin kapasitetur sum tú mestsum verður gloymdur og tagdur burtur. Sagdur úr starvi, og mestsum givin upp fyri skutil. Kanska næstan doyr í hungri og tosta, í ómálaðum húsum, enntá í einum deiligum býlingi við hópi av hampafólki.

Vit føroyingar eiga ikki at lata alt um okkum ganga. Heldur ikki tær liviumstøður bjóðaðar vera hugsjónarmanninum og søguserfrøðinginum Hans Jacob Debes.

Tað sigst at Jens Christian Svabo doyði sum eitt ólukkudýr, men fekk stóra uppreisn og viðurkenning eini 150 ár aftaná at hann doyði.

Men tað var í 1800 og nakað eftir, at Jens Christian Svabo fór hiðani.

Nú skriva vit 2001.

Mælt verður øllum til at keypa ella læna og lesa hesar søgubøkur.

Alt tað besta, Hans Jakku, og góðan arbeiðsbyr.

?