Jákup B. Andreasen hevur í kvøld undirskrivað nýggjan sáttmála við KÍ. Nýggi sáttmálin er galdandi fyri 2021 og 2022.
- Vit eru sera fegin um at Jákup ynskir at halda fram í felagnum, skrivar heimasíðan hjá KÍ.
Tað hevur verið eitt sindur av iva, um liðskiparin fór at halda fram í KÍ. Hann flytir til høvðusstaðin at búgva, men hjartað er stórt fyri barndómsfelagnum. Og bilar tað nokk einki, at leiðin til Klaksvíkar verður stytt nakað 19. desembur.
Jákup B. Andreasen er ein av lokalu lyklaspælarunum hjá KÍ. Saman við spælarum sum Jóannes K. Danielsen, Ísak Simonsen, Jóannes Bjartalíð og Páll A. Klettskarð, hevur hann verið ein drúgvur spælari fyri KÍ seinnu árini.