HONDBÓLTUR
Seinnu árini er gallaveitslan hjá teimum vaksnu blivin eitt gott punktum fyri kappingarárinum. Í fjør helt H71, at ungdómsspælararnir í deildunum gentur og dreingir 17 ár eisini skuldu hava eina veitslu, og tað átakið eydnaðist serstakliga væl.
Tí verður tað endurtikið í ár, og aftur hesa ferð verður gallaveitslan hjá teimum ungu í auluni í Studentaskúlanum í Hoydølum. Veitslan verður leygarkvøldið 21. mars klokkan 19, og spælararnir skulu melda seg til og møta gallaklæddir. Borðreitt verður við tveimum rættum og eftir borðhaldið verður dansur.
Stóra hæddarpunktið á kvøldinum er, tá ársins spælari, besti málskjútti, ársins málverju, ársins venjari og møguliga ársins stjørnuskot verða heiðrað. Hvørt felag í ávikavist gentu- og dreingjadeildini fær eina atkvøðu til hvørt heiti, umframt at venjararnir hjá feløgunum hava eina atkvøðu. Ikki er loyvt at atkvøða fyri einum av sínum egnu spælarum.
– Tað er ofta í seinnu helvt av tannárunum, at ungdómurin steðgar við at íðka ítrótt, ella í øllum førum velja tey sær tá kanska einans eina ítróttargrein millum tær ítróttargreinirnar, sum tey hava gingið til, siga tey frá H71.
– Tíverri hevur tað víst seg, at tað ofta er hondbólturin, sum verður valdur frá í hesum árunum, og er hetta ein vanlagna fyri føroyskan hondbólt. Við gallaveitsluni og teimum heitunum, ið ætlanin er at kjósa á veitsluni, vóna vit at kunna verða við til at geva teimum ungu nakað at síggja fram til og stríðast fyri.
Freistin at melda til gallaveitsluna er úti í morgin.