Aftur gallaveistla fyri tey ungu

Aftur hesa ferð verður gallaveitslan hjá teimum ungu í auluni í Studentaskúlanum í Hoydølum. Veitslan verður leygarkvøldið 21. mars klokkan 19, og spælararnir skulu melda seg til og møta gallaklæddir. Borðreitt verður við tveimum rættum og eftir borðhaldið verður dansur.

 

Stóra hæddarpunktið á kvøldinum er, tá ársins spælari, besti málskjútti, ársins málverju, ársins venjari og møguliga ársins stjørnuskot verða heiðrað. Hvørt felag í ávikavist gentu- og dreingjadeildini fær eina atkvøðu til hvørt heiti, umframt at venjararnir hjá feløgunum hava eina atkvøðu. Ikki er loyvt at atkvøða fyri einum av sínum egnu spælarum.

 

? Við gallaveitsluni og teimum heitunum, ið ætlanin er at kjósa á veitsluni, vóna vit at kunna verða við til at geva teimum ungu nakað at síggja fram til og stríðast fyri, siga tey frá H71. Freistin at melda til gallaveitsluna er úti í morgin.