Hesaferð luttóku 63 leikarar, sum er eitt vet fleiri enn teir 57, sum luttóku í kapping í Trongisvági undanfarna vikuskifti.
- Vit fegnast um, at tilgongdin av leikarum hevur verið somikið stór í ár, og at tað aftur eru so nógv ung, sum vilja spæla borðtennis, siga tey í Borðtennissambandi Føroya.
Um vikuskiftið var talan um triðja Grand Prix-umfar, og í fremsta bólkinum, A-bólkinum, var fleirfaldi føroyameistarin, Fróði Fríðason Jensen, aftur stinnastur.
Í øðrum bólkum eru annars nógvir ungir leikarar, sum eru farnir at ota seg frameftir – eitt nú 11 ára gamli Dánjal Jacobsen úr Tór, sum hevur tryggjað sær uppflyting í B-bólkin.
Næsta Grand Prix-umfar verður 11. januar, men næstu kappingarnar vera tær árligu jólakappingarnar úti í feløgunum fram ímóti jólum.
Grand Prix 3 – úrslit
Bólkur A
- Fróði F. Jensen (Tór)
- Ári F. Jensen (Tór)
- Rasmus T. í Skorini (Tór)
- Edvard F. Nårstad (TBF)
- Jósva Højgaard (TBF)
- Tórður Eið Eliasen (Tór)
- Poul Knút Poulsen (TBF)
- Jóel Bringsberg (Tór)
- Elsa Kathrina Gisladóttir (Tór)
- Elinborg C. Mortensen (TBF)
Bólkur B
- Suni á Lava (Tór)
- Bogi Bringsberg (Tór)
- Rói S. Hjaltason (Tór)
- Teitur H. Albinus (Tór)
- Brandur B. Johannesen (Tór)
- Reidar Petersen (TBF)
- Noam S. Durhuus (Tór)
Bólkur C
- Gudmund Djurhuus (TBF)
- Dánjal Jacobsen (Tór)
- Benjamin Simonsen (TBF)
- Ruben Benbakoura (Tór)
- Høgni W. Dalsgaard (Tór)
- Rókur Løkjá (Tór)
- Heri Guðlaugsson (Tór)
Bólkur D
- Pætur Tróndarson (Tór)
- Nóam á Rógvu (Tór)
- Allan Christiansen (TBF)
- Elias Olsen (Tór)
- Liam Steinkross (TBF)
- Ísak Torkilsson (Tór)
Bólkur E
- Geiri P. Augustinussen (TBF)
- Maiken Hammer (TBF)
- Martin Eið Eliasen (Tór)
- Filip Thorsteinsson (TBF)
- Dávur Dionsson (TBF)
- Dávid Simonsen (TBF)
- Jónas T. í Skorini (Tór)
Bólkur F
- Einar Norðberg (TBF)
- Adrian Hvíthamar (Tór)
- Ísak Thomsen (TBF)
- Adriel Djurhuus (Tór)
- Nóa Mattias Janusarson (Tór)
- Angelina Øster (TBF)
Bólkur G
- Helgi Hovgaard (Tór)
- Rókur Thomsen (Tór)
- Johan Jacobsen (Tór)
- Nóam Djurhuus (TBF)
- Dávid Mellemgaard (TBF)
- Kaja Thomsen (TBF)
Bólkur H
- Sámuel Torkilsson (Tór)
- Bragi Djónason (Tór)
- Bára Sørensen (TBF)
- Helga Mortensen (TBF)
- Rói Vilhelmsen (Tór)
- Rósa í Dali (TBF)
- Askur í Dali (TBF)
Bólkur I
- Nathan Jespersen (TBF)
- Julian Øster (TBF)
- Jónas Kjær (Tór)
- Magni Bech (TBF)
- Kristel Joensen (TBF)
- William Roest (TBF)











