Ikki færri enn 38 skjúttar høvdu teknað seg til bogaskjótikappingina í Havn um vikuskiftið – 18 til U12- og U16-kappingarnar leygardagin og 20 til kappingarnar hjá U18 og seniorunum sunnudagin. Tá av tornaði vóru tað tó nógv, ið góvu avboð, millum annað vegna umfarssjúku.
Maia Petersen úr Ørvi heldur fram við at seta síni egnu met við berboga í U12, og leygardagin setti hon eisini føroyskt met, tá hon fekk 386 stig í innleiðandi umfarinum. Hesa ferð var hon tó ikki einsamøll í bólkinum, tí Emma Aura Hammer úr Tambum var eisini við. Maia vann dystin 6 – 0, hetta var fyrsta kappingin hjá Emmu yvirhøvur, so hon hevur ríkar møguleikar at mennast.
##med2##
Hjá dreingjum við berboga í U12 høvdu fýra skjúttar teknað seg til kappingina, men bara Tummas Eivindarson og Viljam Thorsteinsson, báðir úr Tambum, kundu møta til kappingina. Tummas skeyt eisini ta fyrstu kappingina í vetur, sum var í Miðvági, men kappingin leygardagin var tann fyrsta hjá Viljam. Royndirnar mundu eisini her gera munin, tí Tummas vann fyrst innleiðandi kappingina rættiliga greitt og síðan finaluna 6 – 0.
##med3##
Hjá U16-dreingjunum við berboga var John Brynjer á Skúr, Tambar, einsamallur hesa ferð og vann tí gullheiðursmerki uttan mótstøðu.
##med4##
Høgni Johannesen, Rói Højgaard og Narvi E. B. Jensen, allir úr Ørvi, kappaðust aftur við compoundboga í U16, og aftur hesa ferð vann Narvi gullheiðursmerkið. Hann vann finaluna 142 – 140 á Róa, sum hevði vunnið hálvfinaluna ímóti Høgna 138 – 128.
##med5##
Hjá recurve-gentunum í U16 dystaðust Lea Naomi H. Niclasen, Serafia Ró E. Ragnarsdóttir og Anna Daisi Havmand, allar úr Tambum. Aftur hesa ferð vann Lea Naomi, Serafia bleiv nummar tvey og Anna Daisi nummar trý, men Lea Naomi megnaði harafturat at seta persónligt met í innleiðandi umfarinum, tá hon fekk 454 stig. Serafia vann hálvfinaluna ímóti Annu Dais 6 – 0, og síðan vann Lea Naomi finaluna ímóti Serafiu 6 – 0.
##med6##
Pauli Johannesen úr Ørvi var einsamallur recurveskjútti hjá U16 dreingjum, men tað setti hann ikki aftur í styrki, tí í sínum umfari setti hann persónligt met – 368 stig.
##med7##
Nógv avboð
Sunnudagurin var eisini merktur av nógvum avboðum, millum annað máttu báðar compoundkvinnurnar, sum høvdu teknað seg, Anja Eydnudóttir úr Vágaskoti og Rakul Dam úr Tambum, geva avboð. Kortini var verulig kapping í compound hjá monnum og í recurve hjá bæði kvinnum og monnum.
Compound-skjúttin Jónas B. Poulsen, Ørvur, vann gull, í U18 uttan mótstøðu.
##med8##
Shoot-off
Jónas var eisini við í kappingini hjá compound-monnunum. Har eydnaðist honum ikki at vinna heiðursmerki, men pápin, Jóannes Poulsen úr Ørvi, vann harafturímóti gull eftir eina sera spennandi finalu ímóti liðfelaganum Nikkel Petersen. Tá teir 15 pílarnir vóru skotnir, stóð á jøvnum 144 – 144, og so skuldi shoot-off við einum píli í part avgera duellina. Eisini her var tætt, báðir raktu 9’aran, men Jóannes var tó nærri miðjuni og vann tí gullið. Kaj Johannesen, Ørvur, og Jógvan Niclasen, Tambar, skutu bronsufinaluna, og hana vann Kaj 146 – 139.
##med9##
Hjá teimum trimum recurvekvinnunum, ið dystaðust, vann Pernille Krogh, Vágaskot, sær beinleiðis pláss í finaluni við at vinna innleiðandi umfarið. Amy við Rætt, Ørvur, og Ása H. B. Rasmussen, Tambar, skutu hálvfinalu, sum Amy vann 6 – 0, og í finaluni vann Pernille síðan 6 – 2 á Amy.
##med10##
Hjá monnunum kappaðust fýra recurveskjúttar. Hans Petur Højgaard, Ørvur, og Hans Petur Petersen, Tambar, skutu eina hálvfinalu, sum Hans Petur Højgaard vann 6 – 2, og hina hálvfinaluna vann Pauli Mortensen, Tambar, 6 – 2 á Absalon Hansen, Tambar. Absalon og Hans Petur Petersen skutu bronsufinaluna, sum Absalon vann 6 – 0, og finaluna vann Hans Petur Højgaard 7 – 3 á Paula.
##med11##
Úrslit, U16 og U12 leygardagin 22. november:
Gentur berbogi U12, 8 metur
Innleiðandi:
Maia Petersen (Ørvur), 187+1199 = 386 (persónligt og føroyskt met).
Emma Aura Hammer (Tambar), 90+88 = 178.
Finala:
Maia – Emma, 6 – 0.
Dreingir berbogi, U12, 8 metur
Innleiðandi:
Tummas Eivindarson (Tambar), 56+61 = 117.
Viljam Thorsteinsson (Tambar), 26+29 = 55.
Finala:
Tummas – Viljam, 6 – 0.
Dreingir berbogi, U16, 12 metur
Innleiðandi og endaligt:
John Brynjer á Skúr (Tambar), 109+151 = 260.
Dreingir compound, U16, 12 metur
Innleiðandi:
Narvi E. B. Jensen (Ørvur), 269+284 = 553.
Rói Højgaard (Ørvur), 278+273 = 551.
Høgni Johannesen (Ørvur), 254+247 = 501.
Hálvfinala:
Rói – Høgni, 138 – 128.
Finala:
Narvi – Rói, 142 – 140.
Gentur recurve, U16, 12 metur
Innleiðandi:
Lea Naomi H. Niclasen (Tambar), 233+221 = 454 (Persónligt met).
Serafia Ró E. Ragnarsdóttir (Tambar), 75+124 = 199.
Anna Daisi Havmand (Tambar), 103+48 = 151.
Hálvfinala:
Serafia – Anna Daisi, 6 – 0.
Finala:
Lea Naomi – Serafia, 6 – 0.
Dreingir recurve, U16, 12 metur
Innleiðandi og endaligt:
Pauli Viderø Johannesen (Ørvur), 180+188 = 368.
---
Úrslit, U18 og seniorar, 18 metur, sunnudagin 23. november
Dreingir compound U18
Innleiðandi og endaligt:
Jónas B. Poulsen (Ørvur), 272+269 = 541.
Menn compound
Innleiðandi:
Nikkel Petersen (Ørvur), 289+291 = 580
Jóannes Poulsen (Ørvur), 288+291 = 579.
Kaj Johannesen (Ørvur), 281+286 = 567.
Jógvan Niclasen (Tambar), 277+279 = 556.
Jónas B. Poulsen (Ørvur), 272+269 = 541.
Steinmund Klakkstein (Tambar), 251+254 = 505.
Fjórðingsfinalur:
Jógvan – Jónas, 139 – 135.
Kaj – Steinmund, 143 – 132.
Hálvfinalur:
Nikkel – Jógvan, 142 – 140.
Jóannes – Kaj, 146 – 145.
Bronsufinala:
Kaj – Jógvan, 146 – 139.
Finala:
Jóannes – Nikkel, 144 – 144, shoot-off: 9+ – 9.
Kvinnur recurve
Innleiðandi:
Pernille Krogh (Vágskot), 267+261 = 528.
Amy við Rætt (Ørvur), 226+254 = 480.
Ása Helena B. Rasmussen (Tambar), 36+31 = 67.
Hálvfinala:
Amy – Ása, 6 – 0.
Finala:
Pernille – Amy, 6 – 2.
Menn recurve
Innleiðandi:
Hans Petur Højgaard (Ørvur), 278+280 = 558.
Absalon Hansen (Tambar), 250+250 = 500.
Pauli Mortensen (Tambar), 241+240 = 481.
Hans Petur Petersen (Tambar), 169+136 = 305.
Hálvfinalur:
Hans Petur Højgaard – Hans Petur Petersen, 6 – 2.
Pauli – Absalon, 6 – 2.
Bronsufinala:
Absalon – Hans Petur Petersen, 6 – 0.
Finala:
Hans Petur Højgaard – Pauli, 7 – 3.





















