Runt um í gøtunum eru nógv tungumál at hoyra til dagligt, og vit hava valt at hetta kakofoniska kórið eisini skal hava føroyskan íblástur við boðunum: »Kom, kom til Jesus«. Hví kunnu vit ikki bert siga: »Kom, kom til Jesus« (á donskum)? Tí móðurmál er hjartamál, og tað nemur hjartastreingir á annan hátt enn onnur mál.
Við góðu tíðunum heima á landi tynnist í vinaskara og færri og færri eru um at halda um endan; men eg haldi nú at vit skulu halda á við at halda um endan. Vit kundu sagt sum unglingin við sjóverki og timburmonnum um borð á Drotningini á veg heim úr Íslandi í sekstiárunum: »Eg orki ikki meir, hví skal eg orka meir? Hvussu kann eg orka meir? ? eg orki ikki meir«.
Eg haldi, at vit skulu royna at orka meir, tí tað hevur stóran týdning, at gleðiboðskapurin ljóðar á móður(hjarta)málinum, sjálvt um vit skilja danskt. Tað hevur eisini stóran týdning fyri børnini hjá okkum, at tey hoyra Guds Orð á føroyskum, og tað er eisini av týdningi, at tey síggja, at vit halda fast við henda fedranna arvin ? bæði málsliga og átrúnaðarliga. Tað hevur eisini týdning fyri okkum sjálv at lesa, tosa, hoyra og syngja um Harran Jesus Kristus á tí máli, sum hann sjálvur hevur givið okkum.
Fundarfólkið í Tinghúsinum í 1888 skilti danskt; men bæði hjá teimum og okkum rørir móðurmálið hjartastreingirnar á annan hátt, og tí vildu tey »verja Førja mál og Førja siðir«. Tí fóru Dahl og Danielsen eisini undir at umsita Bíbliuna til hjartamálið, og teir gjørdu eisini sítt til, at vit hava stóran sang- og sálmaskatt á móðurmálinum. Vit royna eftir førimuni at »verja Førja mál og Førja siðir« við at oysa av tí skatti, sum okkum er givin.
Vit skilja, um onkur sigur: »Jeg frydede mig, da de sagde til mig: »Vi drager til Herrens hus!«
Men tað er nakað annað at hoyra: Eg varð glaður, tá ið sagt varð við meg: »Vit skulu fara í hús Harrans!«
Vit savnast í húsi Harrans á móðurmálinum leygardagin 9. sept. kl. 15 í Pinsakirkjuni, Østergade 57, miðskeiðis í Odense.
Kennir tú onkran, sum tú hevði sett prís uppá at hoyrt Guds Orð á móðurmálinum, ber so endiliga boðini víðari.
Árni Helmsdal,
Lundekærsvej 70
5750 Odense SV
tlf. 65961373
arnihelm@post.tele.dk