Liktinstein hevur longu fingið sítt fyrsta stig í HM-undankappingini. Í tveimum teimum undanfarnu undankappingunum fekk Liktinstein ávikavist 7 og 8 stig, og nú hava teir longu lagt botnin. Á útivølli í Baku í Azerbaidjan eydnaðist tað monnunum frá pinkulýðveldinum at halda málið reint, og so sluppu teir reyðu og bláu av vøllinum í Baku við einum málleysum javnleiki, og einum stigi í skjáttuni. Liktinstein fekk annars ein ordiligan sekk uppá 0-6 á heimavølli leygardagin, tá teir í Vaduz spældu ímóti Týsklandi. Málverjin hjá Liktinstein, Peter Jehle, sum dagliga verjir málið hjá FC Tours í næstbestu fronsku fótbóltsdeildini, og sum hevur eina fortíð sum málverji hjá Boavista í Portugal, og hjá Grasshoppers í Sveis, stóð sum ein brandur í málinum. Saman við verjuni eydnaðist tað at hóra undan aserbaidjanska trýstinum. Hóast hann bert er 26 ára gamal, so spældi Peter Jehle sín 66. landsdyst fyri Liktinstein ígjár. Tá Peter Jehle varð bert 16 ára gamal spældi hann sín fyrsta A-landsdyst fyri Liktinstein. Júst í tí dystinum vann Liktinstein sín fyrsta sigur í einari undankapping. Liktinstein vann tá 2-1 ímóti júst Aserbaidjan. Peter Jehle hevur so nógvar fjepparar, at hann hevur eina sera snøgga heimasíðu, sum eitur www.peterjehle.com.