Veðrið leggur stórt trýst á føroyska flogfelagið í hesum døgum.
Hesa seinastu vikuna hevur veðrið háttað sær so illa, at flúgvingin hevur verið óreglulig í fleiri dagar.
Um vikuskiftið vóru nógvar seinkingar og aftur fyrradagin. Tað kom uppá pláss, men nú er aftur galið.
Í løtuni er greytasvart á flogvøllinum í Vágum, og tí er serstakiga ivasamt, um tað verður lendandi í dag.
Atlantic Airways skrivar á heimasíðu síni, at flogfarið úr Keypmannahavn, RC451, er yvir vøllinum nú, men fær ikki lent í løtuni.
Flogførini, sum standa í Vágum, fara umvegis Keypmannahavn til Ålborg og til London. Ætlanin var, at tey skuldu fara ávikavist klokkan 08.45 og 08.40, men tað er eisini útsett. Broytingarnar í ferðaætlanini hava við sær, at ferðafólk, sum skuldu til Keypmannahavnar við RC450, eru umbókað til hesi bæði flogfør.
Felagið heitir á ferðafólkini um at halda seg kunnaðan um heimasíðu felagsins, sum er: www.atlantic.fo