Dagurin í morgin verður lagdur til rættis upp á næstan sama máta, sum tá Slóðaraskipanin var og vitjaði í Sørvági fyri tveimum mánaðum síðani. Tó er tann munur, at frálæran verður í tveimum, so tey minni royndu fáa venjing og frálæru klokkan 10 og tey meira royndu klokkan 11.
Seinnapartin klokkan 13.30 verður so svimjikapping millum børnini, og verður her lagt soleiðis til rættis, at øll kunnu vera við. Svimjararnir fáa møguleika at svimja eftir teirra førleika, og teir fáa allir prógv fyri luttøku.
Dagurin endar við einum fundi klokkan 15, har frásøgn, upplýsingar og annað svimjiprát er á skránni.
Tá Slóðaraskipanin var í Vágum fyrst í januar mánaði, eydnaðist tiltakið sera væl, og Svimjisambandið sigur seg vóna, at hesi tiltøk gera tað møguligt at koma í samband við svimjiáhugað í Vágum og at økja um áhugan har fyri svimjing.