Gjáramorgunin fóru tey aftur til arbeiðis á flakavirkinum í Skopun. Virkið hevur keypt eitt sindur av upsa. Upsafiskiskapurin hevur verið stak vánaligur í heyst, og hetta merkist væl á flakavirkinum. Tað hevur verið lítið av arbeiði á virkinum í heyst.
Tað skrivar Sandoyarportalurin.
Flakavirkið í Skopun eigur eingi skip, sum beinleiðis eru tengt at virkinum, og tað er ein stórur vansi serliga í dag, skrivar portalurin.
- Eysturbúgvin, sum í summarhálvuni roynir eftir gulllaksi, er nú aftur á upsaveiði, og teir eru trúgvir at landa í oynni, verður sagt úr Sandoynni.