– Tá tú ferðast nógv, kennist heimurin lítil, og tað er lætt at fara avstað. Størsta orsøkin til, at eg valdi at fara var, at eg hevði hug til at taka eitt øðrvísi ár at menna meg í. Valið fall á Suðurkorea, tí her havi eg familju, sum eg illa fái samskift við vegna væntandi málførleikar, sigur 38 ára klaksvíksdáman Gunnvá Gaard.
– Tá eg fekk farloyvið, hugsaði eg, at eg vildi nýta árið til persónliga menning, og tað er upplagt at læra eitt nýtt mál. Ein onnur orsøk til avgerðina at fara til Korea var, at so at siga eingin av familjulimunum hjá mær í Korea tosar enskt. Tá eg samskifti við tey á netinum, nýta vit mest emojis, og tá vit eru saman, brúka vit hendurnar til at gera tekin og peika. Eg tími ordiliga væl at læra meg koreanskt, so eg betri fái samskift við familjuna, sigur Gunnvá Gaard.
Júst hetta við samskiftinum hevur ginið striltið hesi árini, Gunnvá hevur havt samband við familju sína í Korea. Hon greiðir frá, at tey hava roynt við Google Translate, men koreanska málið er samansett á ein øðrvísi hátt enn tey germansku málini, og ofta eru misskiljinar, tá umsett verður.
Les alla samrøðuna við Gunnvá - har hon eisini greiðir frá, hvussu korona hevur ávirkað uppihaldið, hvussu hon vegna korona eisini bleiv jogalærari í Bali, og hvussu tilveran er í Seoul, Suðurkorea - í Vikuskiftis Sosialinum, sum er at fáa í sølubúðum kring alt landið. Sosialurin kann eisini keypast talgiltur her.