Aftur trupulleikar við talgildu royndunum

Tá níggjundi flokkarnir um landið í morgun skuldu til jólaroynd, rendu fleiri teirra seg í trupulleikar. Tað vísti seg, at tá næmingarnir skuldu royna seg í fyrisøgn, riggaði talgildi avspælarin ikki.

 

Í gomlum døgum plagdi lærarin at lesa eitt brot, sum næmingarnir so skrivaðu av. Nú er lærarin vorðin talgildur og eitt forrit á telduni skal lesa tekstin. Men í morgun vóru trupulleikar við hesum forritinum.

 

Tað er Próvstovan, sum umsitir royndirnar hjá skúlunum, og haðani verður sagt, at væntandi er trupulleikin at finna í HMTL5-skipanini.

- Vit hava dagført okkara skipan, men spurningurin er, um teldurnar á skúlunum um landið eru dagførdar. Hetta kann vera orsøk til trupulleikarnar, sigur Óli Jákup Joensen, fulltrúi á Próvstovuni.

 

Enn er ikki heilt greitt, júst hvør trupulleikin er, men fyribils er illgrunin rættaður móti hesi HTML5-dagføringini.

- Tað er møguligt, at trupulleikin liggur í, at vit hava eina dagførda skipan, meðan skúlarnir hava eina eldri skipan. Vit kanna í løtuni málið og vænta, at ein loysn er funnin í dag, so at royndirnar kunnu koyra sum vant í morginárini, sigur Óli Jákiup Joensen.

 

Hevði tað ikki verið eitt hugskot at royndarkoyrt royndina áðrenn næmingarnir skulu til roynd, at tryggja sær, at skipanin virkar sum hon skal?
- Jú, men vit hava havt eina roynd liggjandi tøka og í henni riggaði alt, sum tað skuldi, sigur Óli Jákup Joensen.