Nú eru tvær milliónir fleiri fólk í Etiopia enn fyri einum ári síðani, men búskaparvøksturin hevur bara verið tvey prosent í sama tíðarskeiði.
Tað stendur at lesa í einari nýggjari frágreiðing, sum ST hevur skrivað um støðuna í tí eysturafrikanska landinum. Umleið 40 prosent av bruttutjóðarframleiðsluni í Etiopia stava frá landbúnaðinum, men fleiri miseydnaðar verkætlanir tey seinastu árini hava gjørt, at landið megnar ikki at útvega fólkinum nóg mikið av mati.
Í 1002 og 2003 høvdu umleið 13 milliónir etiopar ov lítið til matna, og ST vil vera við, at umleið 200.000 fólk, tey flestu børn, doyðu í hungri tá.
Fyrrverandi finski forsætisráðharrin Martti Ahtisaari er serligur ST-sendimaður í Etiopia og tess grannalondum, og hann sigur, at etiopisku myndugleikarnir noyðast at gera okkurt fyri at tálma fólkavøkstrinum. Hann vil eisini hava teir at geva umhvøvinum størri ans.
Í frágreiðingini hjá ST stendur eisini, at etiopisku myndugleikarnir gera sítt til, at sjúkur sum malaria gera meiri um seg enn neyðugt. Eitt nú taka tollmyndugleikarnir sær góða tíð til at avgreiða útlendskan heilivág.