Fríggjakvøldið spældu Sveinur Olafsson og liðfelagarnir í Afturelding dyst á útivølli í bestu íslendsku hondbóltsdeildini.
Á Akureyri leikti Afturelding javnleik 23-23 móti Þór. Ihor Kopyshynskyi javnaði fyri Afturelding til 23-23 við brotskasti beint undan dystarloki. Sveinur var noteraður fyri eitt mál.
Sambært Morgunblaðnum var gongdin í dystinum hendan: 1:0, 2:2, 4:3, 21:19, 7:8, 8:10, 11:13, 15:16, 18:18, 20:19, 22:22, 23:23.
Afturelding er næstfremst í deildini við 15 stigum. Haukar eru fremst við 16 stigum, og liðið hjá Allani Norðberg og Bjarna í Selvindi, Valur er triðfremst við 14 stigum.











