Afturgongdin hjá mær var ein álitisváttan

At eg misti so nógvar atkvøður, taki eg avgjørt sum eina álitisváttan um, at veljarin vil hava meg at verða verandi í Tinganesi, sigur Jóannes Eidesgaard

Fólkatingsvalið 2005

? Eg haldi, at vit hava betalt prísin fyri teir trupulleikar, sum er í samfelagnum.
Jóannes Eidesgaard, løgmaður og formaður javnaðarfloksins, fekk ikki ta úrslitið á fólkatingsvalinum týsdagin, sum hann hevði vónað.
Javnaðarflokkurin gekk aftur og sjálvur fór hann úr 3676 atkvøðum á valinum í 2001, niður í 1183 atkvøður týsdagin.
? Eg haldi, at tað er afturgongdin í samfelagnum, sum hevur rakt okkum. Hinvegin er tað ein sannroynd, at teir flokkar, sum hava sitið við landsins leiðslu í seks ár gingu fullkomiliga fríir og vunnu valið.
? Eg havi staðiliga víst á, at kreppan í samfelagnum er ikki íkomin síðani í februar 2003, tá ið vit komu í samgongu, men kortini hevur veljarin valt at revsa okkum, sigur løgmaður.
Sjálvur dugir hann ikki at finna nakra aðra, skilagóða frágreiðing.
? Eg haldi, at vit hava ført eitt gott valstríð og vit hava staðið okkum minst líka væl sum hinir flokkarnir. Tí finni eg onga aðra frágreiðing, sigur løgmaður enn veljarin hevur latið ónøgdina við ymisk viðurskifti í samfelagnum ganga útyvir okkum.
? Tað vísir seg sum um at politikkur er soleiðis háttaður, at veljarin tekur bara útgangsstøðið í støðuni, sum hon er í løtuni, tí tí hevur hann latið javnaðarflokkin betalt prísin fyri tey viðurskifti í samfelagnum, sum ikki ganga eftir vild.
Løgmaður hugsar um støðuna í Suðuroynni, kreppuna í rækjuflotanum og afturgongdina í fiskivinnuni sum heild.
? Hetta hava vit sæð fyrr, tí í kreppuni í 1994, fór javnaðarflokkurin í helvt.
Hinvegin er fólkaflokkurin eisini í samgongu og skuldi tí verið í somu støðu sum javnaðarflokkurin. Men hann vann valið.
Løgmaður heldur forkláringin uppá tað kann vera, at veljarin kring alt landið hevur brúkt hettahøvið til at geva Arnfinni Kallsberg ta uppresin, sum Norðoyar góvu honum á løgtingsvalinum.

Afturgongdin ein álitisváttan
At løgmaður sjálvur misti yvir næstan 2500 atkvøður, tekur hann ikki so tungt.
? Tað taki eg avgjørt sum eina álitisváttan, tí við hesum hevur veljarin givið greitt til kennar, at hann vil hava meg at verða verandi í Tinganesi.
Hinvegin havi eg alla tíðina boðað frá, at eg tók mína uppstilling sum ein stuðul til flokkin og skuldi eg verðirð valdur, hevði eg ikki farið á fólkating kortini, tí eg eri løgmaður.
?Tí hevur valið hjá javnaðarflokkinum alla tíðina snúð seg um, hvør skuldi verða nummar tvey á listanum og hvør sostatt kundi farið á fólkating. Tað var væntandi, tí veljarin vil ikki, at atkvøðan fer fyri einki við at atkvøða fyri meg og tí hevur veljarin meiri hugsa um, hvør varð nummar tvey og sostatt kundi fara á fólkating.
Oftani verður tosað um "løgmanseffektina" har starvið sum løgmaður eisini ger, at flokkurin vinnur atkvøður.
? Eg haldi ikki at hetta er so. Tá ið Anfinn Kallsberg var løgmaður, fekk hann bara ein brotpart av atkvøðunum til fólkatingsvalið, sum hann fekk, nú hann ikki er løgmaður longur og tað sama hava vit sæð í øðrum førum.

Anfinn verður hentur
Hóast løgmaður er vónbrotin av, at javnaðarflokkurin ikki fekk fólkatingslimin, fegnast hann um, at samgongan fekk ennað umboðið.
? Tað standa truplar samráðingar fyri stavn, sum hava alstóran týdning, so tað fer uttan iva at vera hent at hava ein samgongumann í fólkatinginum.
Í hesum sambandi hugsar løgmaður um yvirtøkulógina og uttanríkispolitisku heimildirnar,
Hinvegin verður tað meiri ivingarsamt, hvønn leiklut Høgni Hoydal fer í hesum sambandi.
? Ta tíðina, eg sat í fólkatingi, var javnaðarflokkurin í andstøðu í løgtinginum. Hóast eg ferð eftir ferð bjóðaði meg fram til at vera landsstýrinum til hjálpar, fekk eg ikki eina tað einastu áheitan um at tað.
? Men hóast undanfarna landsstýrið hevði tað støðuna, ætli meg mær at síggja støðuna øðvísi og tað kann væl henda, at eisini Høgni Hoydal fer at fáa áheitanir um at samstarva við landsstýrið um ymisk mál á fólkatingi, sigur Jóannes Eidesgaard.