Afturkomur Kristusar: Óli Steinberg talar í Betesda mikukvøldið

Á uppbyggingarmøtinum í Betesda mikukvøldið kl. 20 fer Óli Steinberg at tala um burturrykking samkomunnar og opinberligu komu Kristusar.

Tíðindaskriv:

 

Hjúnini Anna og Óli Steinberg fóru á venjingarskúla hja NTM í 1971, og í 1977 fóru tey til Grønlands at virka sum trúboðarar. 

Sostatt teljast Anna og Óli millum trúboðararnar, ið hava virkað drúgva tíð í Grønlandi.

Tey fluttu aftur til Klaksvíkar í 1999, hiðani tey í nógv ár hildu fram í verkinum í Grønlandi. Eisini eru tey ein virkin partur av samkomuni í Betesda. 

Óli hevur í mong ár havt serliga stóran áhuga í profetisku ætlan Guds, sum hevur givið honum sera gott innlit í tað, sum orð Guds lærir um endatíðina.

Mikukvøldið kl. 20 fer Óli at tala um evnið „Burturrykking samkomunnar og opinberliga koma Kristusar“ við støði í 1. Tess. 4:13-18 og 2. Tess. 2:1-10. 

Eftir møtið verður ein drekkamunnur.

 

##med2##

Hjartaliga vælkomin