Henda seinasta greinin er áhugaverd og inniheldur mangt ítøkiligt, sum eg haldi hevur týdning at fáa fram, eitt nú uppgávan hjá pressuni og hvussu vit vilja menna hetta samfelagið.
Men mær dámar ikki tónalagið og tann spíran av fanatismu og fundamentalismu, sum stingur seg fram nógva staðni í greinini. Finnur Helmsdal dylur ikki yvir, at hann er sannførdur tjóðveldismaður, og harvið spælir hann við opnum kortum. Eingin skal vera í ivi um, hvar hann stendur.
Men maðurin er ikki bara sannførdur tjóðveldismaður. Hann er sannførdur á so nógvum øðrum økjum eisini. Eitt nú er hann sannførdur um, hvussu skeivt hini, sum ikki hugsa og meina sum hann, bera seg at. Sannføringin er so grundfest, at tú kansts fáa eina fatan av, at hesin maðurin ikki hevur stórvegis virðing fyri fólki, sum ikki eru tjóðveldisfólk.
Í míni verð er tað eisini ein sjálvmótsøgn, tá sami maður, sum vil hava eitt sakligt orðaskifti um stórar og álvarsligar samfelagsspurningar, ikki tolerarar, at onnur eru ikki sum hann og hugsa ikki sum hann. Tað fyrikemur mær, sum at maðurin bara dugir at síggja feilir hjá hinum.
Tann niður- og tileinkisgerðingin av øðrum fólkum, eitt nú blaðfólki, blaðstjórum og politikarum úr øðrum flokkum, sum kemur til sjóndar í greinini, kann neyvan byggja á nakað sakligt ynski um eitt breitt og sakligt tjak. Mær tykir, at Finnur Helmsdal er so sannførdur tjóðveldismaður, at hann sansar ikki, at tað eisini finst ein verð uttan fyri tjóðveldismúrarnar. Hetta skal ikki skiljast sum eitt álop á tjóðveldisfólk sum so, men eg konstateri bara, at ein persónur kann gerast so sannførdur (les eisini fanatiskur og fundamentalistiskur), at hann sjálvur er størsta forðing fyri tí tjaki og teirri samfelagsupplýsing, sum hann sjálvur eftirlýsir.
Eg skal ikki svara fyri tey mongu blaðfólkini í Føroyum, sum Finnur Helmsdal m.a. skýrir lakajar og annað niðursetandi. Men tá ein partur av atfinningunum gongur móti undirritaða og tí blað eg havi ábyrgdina av, so kenni eg tað sum mína skyldu at koma við nøkrum viðmerkingum. At leggja okkum undir at borðreiða við ræðusøgum og siga beinleiðis ósætt skal ikki standa óatalað.
Andstøðan ein týðandi partur av demokratiinum
Lat meg fyrst taka hasa samrøðuna við formann javnaðarfloksins, ið eg sjálvur gjørdi og sum eg havi varhugan av hevur fingið øði í sannførda tjóðveldismannin Finn Helmsdal. Í hesi samrøðu er formaðurin í tí størsta andstøðuflokkinum rættiliga kontantur og setir spurnartekin við, um Føroya fólk hevur ráð til eitt tjóðveldiseksperiment. Hann vísir eisini á vandan fyri einum fólkatómum Føroyum, um hetta eksperiment sleppur at standa sína roynd einsamalt. Til tað sigur Finnur Helmsdal, at medvit og krittiskur sansur hjá blaðstjóranum tykist vera farið fullkomiliga fyri bakka. Eg kann bert til tað siga, at her er talan um eina sakliga samrøðu, har formaðurin í landsins størsta andstøðuflokki fær spurningar og sleppur at siga sína hugsan. Júst á sama hátt sum aðrir politikarar og teirra millum eisini tjóðveldismenn eru slopnir at siga sína hugsan - og uttan at hesar eru manipuleraðar av blaðmanni.
Hetta er ein partur av journalistikkinum. At Finnur Helmsdal heldur, at vit blaðfólk eru alt ov lítið krittisk er nakað, sum hann hevur lutvíst rætt í. Tað hevur so eisini sínar orsøkir. Ein kann siga, at professionelli føroyski fjølmiðlaheimurin, har journalistiska handverkið er vorðið arbeiðið burturav, enn er rættiliga nýggjur. Men vit búnast væl eisini eins og politikarar gera tað. Vit mugu eisini minnast til, at umstøðurnar hjá fjølmiðlafólki og fjølmiðlunum sum heild framvegis eru sera avmarkaðar. Tøka peningaorkan ger, at tað ber ikki til í dag at seta so nógv fólk, at hesi tá kunnu fáa tær røttu umstøðurnar at arbeiða undir. Hetta verður ikki sagt sum nøkur undanførsla. Hyggið bert eftir, hvussu illa mannaðir eitt nú loftmiðlarnir eru alla summarfrítíðina. Og sama er galdandi fyri bløðini.
Samgonguskjalið og Sosialurin
Finnur Helmsdal tykist vera so sannførdur, at hann sær bara tað hann vil síggja. Hetta grundi eg á tað hann sigur um dekningin av ætlanunum hjá nýggju samgonguni á sjálvstýrisleið. Tú fær ta fatan, at maðurin als ikki hevur lisið Sosialin hesar seinastu mánaðirnar men bara byggir ilsinnisherindi síni á einstakar samrøður í blaðnum og so sjálvandi eisini á aggressiónir sínar móti formanni javnaðarfloksins.
Var tú sakligur og meira sannførdur sum objektivur eygleiðari heldur enn sum sannførdur tjóðveldismaður, so visti tú, Finnur Helmsdal, at eitt nú Sosialurin hevur havt fleiri samrøður við tjóðveldispolitikarar um ætlaða politikkin - bæði við Høgna Hoydal, Karsten Hansen, Heina O. Heinesen og Signar Hansen. Hevur tú heilt gloymt ella vil tú bara ikki minnast tær frálíku og sera áhugaverdu samrøðurnar, sum ein av nýggju blaðkvinnum okkara hevur havt við mentamálaráðharra tjóðveldisfloksins? Í ikki færri enn trimum drúgvum samrøðum hevur hon lýst sjónarmiðini og ætlaninar og hjá hesum framstandandi tjóðveldispoltikaranum - men hvat ger Finnur Helmsdal - jú hann niðurger somu blaðfólk fyri at vera lakajar hjá javnaðarpolitikarum.
Eg haldi, at nettup hetta dømið og tann sannroynd, at blaðið hevur roynt at lagt fram sjónarmiðini hjá flestu av leiðandi tjóðveldisfólkunum umframt at hýsa sjónarmiðjunum hjá øðrum tjóðveldisfólki, eitt nú Finni Helmsdal, lýsir alt hetta málið best - og tað lýsir eisini, hvussu skeivur og órættvísur sami Finnur Helmsdal er, tá hann vitandi ella óvitandi gloymir alt hetta.
Jú víst hava tjóðveldisfólk og teirra hugsjónir fingið innivist í blaðnum, og tað skulu tey eisini fáa í framtíðini, eins og øll onnur. Men sannførdir tjóðveldismenn mugu so eisini tola at hoyra sjónarmiðini hjá øðrum, eitt nú Jóannesi Eidesgaard. Andstøðan hevur ein sera týðandi leiklut í tí demokratisku skipanini, og er tað m.a. uppgávan hjá pressuni alla tíðina at geva teimum stýrandi eitt sakligt mótspæl - samstundis sum sama pressa almannakunnger politikkin hjá sitandi stýri.
Eg veit heldur ikki, hvat bagir Finni Helmsdal, tá hann leikar so í um ræðusøgur og lygnir í sambandi við sjálvstýrisætlaninar hjá samgonguni. Tað vit hava hoyrt og sæð higartil er ein beinagrind, sum enn manglar kjøt og blóð. Soleingi samgongan ikki hevur spælt út við, hvat veruliga liggur aftanfyri ynskini/krøvini um suverenitet, fullveldi osfr. og avleiðingarnar hetta skal fáa, er torført fyri ikki at siga ómøguligt at fáa eitt breitt og upplýsandi orðaskifti. Nettup av hesi orsøk vil nógv, sum kemur fram tí verða gitingar ella um tú vil illgitingar frá politiskari síðu. Leggið tí fram, hvat tit vilja og ætla og sigið Føroya fólki avleiðingarnar av hesum, tá kunnu vit av álvara tosa um eitt breitt og sakligt tjak.
Sjálvandi á sjálvstýrisleið
Eg fari ikki at gera stórvegis viðmerkingar til tað Finnur Helmsdal sigur um sera sambandsku oddagreinarnar í Dimmalætting. Skal tó siga, at tað fyrikemur mær løgið - at landsins størsta blað, sum ikki hevur nakað beinleiðis tilknýti til sambandsflokkin annað enn tað, at ein av eigarunum av blaðnum telist millum tingfólk floksins - hevur valt at standa fyri eini linju, sum er meira sambandsk enn mong sambandsfólk halda vera gott. Men hetta verður so teirra egna høvuðspína. Eg dugi í hvussu er at síggja, at tað tænir ikki blaðnum sum heild, at politiski pennur blaðsins er so sambandskur, sum Finnur Helmsdal eisini rætt vísir á í grein síni. Føroyar standa ikki í stað. Vit mugu hyggja frameftir, og í mínum hugaheimi er bert ein vegur at ganga, og hann er størri sjálvstýri og meiri sjálvbjargni. Hvussu farast skal fram á sjálvstýrisleið átti eftir mínum tykki nettup at verið kjarnin í grein tíni Finnur Helmsdal. Men tað sær fyri mær ikki út sum, at tú sum sannførdur tjóðveldismaður er sinnaður at tosa um aðrar leiðir á sjálvstýrisleið enn hana tú og tín flokkur ganga inn fyri. Men hetta verður tú noyddur at sanna, skal tú koma víðari. Tit hava eisini sjálvir sannað hetta við at sleppa tykkum av við vendingina loysing, tí tit hildu, at hon ræðir og skapar ræðumyndir, rættar sum skeivar.
Javnaðarandstøðan á tingi er eftir míni meting sinnað til at taka stig á sjálvstýrisleið, men flokkurin slapp ikki uppí part, tá samgonga varð skipað. Nú biðjur hann so til, at hann kann vera við í arbeiðinum, og eftir míni metan er tað altavgerandi fyri lagnuna hjá sjálvstýrispolitikkinum hjá hesi samgonguni, í hvønn mun, javnaðarflokkurin verður tikin við í arbeiðið. Eg havi álit á, at Høgni Hoydal ikki fer uttan um størsta andstøðuflokkin í hesum máli, tí tað kann verða størsta bakkastið fyri sjálvstýrispolitikkin, tá avtornar.
So Finnur Helmsdal, eg fari at venda hatsku álopum tínum á meg og onnur í føroysku pressuni og biðja til, at tú sjálvur sakliga og objektivt ger títt til at fáa eina so breiða og demokratiska viðgerð av hesum álvarsmáli sum til ber.
Eg skal enda við at vísa til bræv, sum undirritaði skrivaði til ein hóp av føroyingum beint eftir, at samgongan varð skipað, og víðagitna samgonguskjalið var undirskrivað. Í hesum brævi heitir Sosialurin á fólk serstakliga í ymsum leiðandi størvum í føroyska samfelagnum, harímillum eisini mong tjóðveldisfólk, um at siga sína hugsan um nýggja samgonguskjalið.
Vit fingu nakrar meiningar fram men tó alt ov fáar, og eg skal í dag viðganga, at hetta ikki er so løgið heldur. Tí tað ber ikki til hjá fólki at gera viðmerkingar til ein ætlaðan politikk út frá eini beinagrind aleina. Fyri at fáa eitt breitt og grundleggjandi orðaskifti er neyðugt, at teir, sum sita við avgerðunum, fyrst geva politikkinum veruligt innihald.
So tað kundi verið eitt hóskandi høvi, nú Høgni Hoydal um stutta tíð fer at leggja uppskot fyri tingið í sambandi við sjálvstýrismálið, at komið fram aftur við umrødda brævi.
Finnur Helmsdal skal tí hava tøkk fyri grein sína, sum, um ikki annað, kann vera ein av katalysatorunum, ið skal til fyri, at vit fáa tað nógv umrødda tjakið um sjálvstýris- ella fullveldisætlaninar.
PS. Annars fari eg at takka Finni Helmsdal fyri, at hann so trúliga nú í mong ár hevur brúkt nettup Sosialin til at fáa fram meiningar sínar. Tað er m.a. hetta vit eru til fyri - at hýsa øllum meiningum. Men tað hevði so heldur einki gjørt, um sami Finnur Helmsdal, eftir alla óhumskuna hann hevur tveitt eftir blaðnum, viðmerkti, at sjálvur hevur hann altíð fingið góðar sømdir frá blaðnum.
Eg skal lova tær fyri, at Sosialurin fer at dekka sjálvstýrismálið væl og virðiliga. Eg síggi eisini fegin, at almenna orðaskiftið um so týðandi mál, m.a. fer fram nettup í Sosialinum. Finnur Helmsdal skal vera vælkomin at brúka blaðið, men kanska tað hevði tænt søk hansara og okkara, um sami Finnur Helmsdal gavst við at niðurgera og tillátursgera onnur, tí tey ikki bera seg at eftir hansara egna høvdi. Spell at annars mongu gullkorn tíni skulu verða spolerað av hesum hatska og ósakliga tónanum.
JanMüller,
blaðstjóri