Aftursvar til løgtingsmannin Páll á Reynatúgvu

Í grein í bløðunum 9. januar 2002, leggur Páll á Reynatúgvu meg undir at fara lætt um sannleika, rættleika og veruleika í tí føri, har eg havi úttalað meg í samrøðu við Útvarp Føroya nýggjársaftan, um førda socialpolitikk hjá samgonguni, har eg sigi, at samgongan nýtti alla orkuna til fullveldispolitikkin í staðin fyri til socialpolitikk.

Men eitt kann eg siga tær - Páll, eg havi altíð torað at sagt sannleikan, sjálvt um sannleikin ofta verður illa hoyrdur - eisini hesuferð. Tað er møguliga samvitskan hjá hesum nýggja politikkara, sum ofta sat á fundi sum fakfelagsumboð í sínari tí, sum kanska hevur gloymt tað tíðina nú, men eg og onnur hava ikki gloymt tað tíðina.
Eg havi ongar rangar fakpolitiskar niðurstøður gjørt, men bert sagt tað í veruleiki er.
Og eg skal nokk í seinni grein koma meira inn á tey avrik Páll á Reynatúgvu og sitandi samgonga hava gjørt, tá tað kemur til tey politisku avrik ið gjørd eru tey seinastu skjótt fýra árini á arbeiðsmarknaðinum. Eg havi í hvussu er, ikki merkt nakað serligt til at Páll hevur stríðst fyri rættindi hjá okkara verkafólkið, so at teirra livikor eru batnaði munandi seinastu fýra árini.
Eg skal gera nakrar viðmerkingar til tey mál Páll rósar samgonguni at hava framt.
Dagpeningaskipanin
Broytingarnar í dagpeningaskipanini er ein bati, tað er rætt, men at dagpeningalógin er eitt risaframbrot sum Páll sigur, er ikki rætt. Tá hann samstundis sigur, at nú kann verkafólk verða sjúk eins og øll onnur og fáa fulla løn er tað ósatt. Verkafólk fáa framvegis 80% av lønini í sjúkrapeningi og tíðarskeiði er ikki 10 mánaðir men 9 mánaðir, hetta skuldi løgtingsmaðurin vita, hann er formaður í Løgtingsins trivnaðarnevnd.
At Páll kemur sær at nevna karensdagarnar, øll Føroya fólk vita hvussu fakfeløgini stríddust og eisini andstøðan bakkaði upp, fyri at fáa karensdagarnar burtur, men samgongan var ímóti, tað var í síðstu løtu at ynski um at fáa karensdagarnar burtur var gingið á møti.
Tá Páll so forhánisliga skrivar, at semjan samgongan kom við var nógv betur, enn tað uppskoti undirritaða og arbeiðsgevarafelagið skeyt upp fyri Løgtingi. Kann eg upplýsa Páll um - at eg sum umboð fyri løntakaran og eitt umboð fyri arbeiðsgevarafelagið saman við umboðum frá Heilsumálastýrinum og Almannastovuni - at uppskotið fór ikki í Løgtingið, men fyri táverandi landsstýriskvinnu í heilsumálum Helenu Dam á Neystabø, tá Heilsumálastýrið hevði gjørt sínar viðmerkingar til lógaruppskoti legði tað fyri Løgtingið, hetta skuldi tú vita Páll, sum tingmaður og formaður í trivnaðarnevndini.
Barsilsskipanin
Jú Páll, undirritaða hevur sannliga lagt merki til barsilsskipanina, ið varð samtykt yvir høvdi á fakfeløgunum. Eg skal í seinni grein gera viðmekingar til hesa skipan.
Tað sær út til at tú hevur fingið fortreð av, at tey tímaløntu hava fingið betri sømdir undir barnsburði. Tá tú kanst geva ilt av tær, tí Vinnumálastýri ikki slapp at gera skipanina verri fyri tey tímaløntu, tá tú kanst finna uppá at skriva at tey fingu lønarhækking ella meiri enn um tey vóru til arbeiðis, - álvaratos Páll á Reynatúgvu! hvar er títt sociala medvit ?
Ja Páll, undirritaða lovaði sum tú sipar til, bál og brand saman við andstøðu á Løgtingið og øðrum góðum kreftum, um samgongan broytti barsilsskipanina til tað verra fyri tey tímaløntu, tað skuldi tú eisini gjørt um tú ert so góður við verkafólkið sum tú skrivar.
Arbeiðsumhvørvislógin
Tað kundi verði áhugavert at fingið at vita, hvussu nógv Páll og restin av samgonguni hevur gjørt fyri at fylgja hesu nýggju Lóg um arbeiðsumhvørvi upp. Henda Lóg ið varð sýlta í Landsstýrinum í nógv ár - eisini meðan tín flokkur var í samgongu - og enn ikki komin at virka.
Hvussu nógv hevur samgongan játtað meira til Arbeiðseftirlitið á fíggjarlógini fyri hetta árið, so Arbeiðsumhvørvislógin kann fáast at virka og eisini so arbeiðseftirlitið kann virka sum tað eigur ? eg spyrji bara, tí lítið nyttar at rósa sær av nýggjum lógum, um peningur ikki er játtaður so lógin kann virka eftir ætlan.
Pensiónslógin
Eg kann fyrst siga tær, at øll tey ið stríðast fyri betri korum til tey veiku og til verkafólkið, vita væl at tað er ein almenn uppgáva at syrgja fyri at allir borgarar eru tryggjaðir eina pensión sum tey hava møguleika at liva eitt sømuligt lív við. Heldur tú at verkafólk hevur nógvan pening at seta til síðis til tey koma til eftirlønaraldur? nei Páll, fólkatryggingin hjá fólkaflokkinum er ongin loysn um tú heldur tað.
Og hvat gjørdi tit við tey uppskotini ið andstøðan legði fyri Løgtingið, fyri at betra um korini hjá okkara pensiónistum ? jú tit feldu uppskotini, so góðir vóru tit við okkara pensiónistar, ikki eitt uppskot ið kundi betra um korini hjá pensiónistunum tóku tit undir við.
Men eftir at fleiri pensiónistar hava mint tykkum á, at Løgtingsval stendur fyri framman, hevur samgongan gjørt av at leggja uppskot fyri Løgtingið í gevur 400,00 kr. afturat um mánaðan. Sjálvur formaðurin fyri Landsfelag pensiónistana segði í fjølmiðlunum at teir høvdu vanta ein betri bata.
Men nú er panikkur komin í samgongulimir, nú valg stendur fyri durum, og tit fara at fáa fólksins dóm yvir førda politik, verður eitt uppskot gjørt í skundi fyri at lappa uppá verandi pensión.
Tá tú skrivar, at samgongan sær hvussu vánalig støðan er hjá m.a. limum hjá undirritaða og tí roynir samgongan saman við restini av føroyska arbeðismarknaðinum at finna eina breiða politiska semju um arbeiðsmarknaðarpensiónina. So fari eg, at spyrja teg Páll - hvørjir partar av arbeiðsmarknaðinum arbeiða við hesu semju ? tí í Føroya Arbeiðarafelag og øðrum fakfeløgum vita tey onki um hesar royndir at fáa breiða semju um arbeiðsmarknaðarpensión.
Men vit í FA hava leingi bíða eftir einari lógarbroyting í Tryggingarlógini so vit kunna seta okkara eftirlønargrunn á stovn í FA. Men eitt skalt tú vita, verkafólkið hevur ikki 8-10% av lønini at seta í eftirlønargrunn, og vit koma heldur ikki at góðtaka eina slíka lóg.
Partamaður tín, Finnur Helmsdal, skal eiga tøkk fyri at hann var so frægur, at hann saman við andstøðu politikkara legði uppskot fyri Løgtingið sum áleggur landsstýrismanninum í Vinnumálum, at koma við broytingar uppskoti til Tryggingarlógina so fakfeløgini kunna seta solidariska eftirlønargrunn á stovn, hetta uppskot varð samtykt nokk við tínari atkvøðu eisini, so nú er - um vilji er til staðar - at fylgja hesum málið upp so landsstýrismaðurin í Vinnumálum ikki sleppur at sýlta málið, til ov seint er at leggja uppskoti fyri Løgtingið til broyting av Tryggingarlógini. Tí vit í FA og onnur bíða eftir hesum, tí vit eru klár at seta okkara eftirlønargrunn á stovn.
Skattalætti
Her kann eg bert stutt viðmerkja, at um tú hevur fylgt við í kanningini sum FA hevur lati gjørt um livikostnað og skattaviðurskifti hjá teimum lágløntu og miðal inntøkum, ið varð løgd fram á aðalfundi FA´s í 2001, og sum var dagførd í november sama ár, vísir at tað er ikki lættari hjá teimum tímaløntu at klára seg, heldur tvørturímóti, so har er ongin bati at rósa sær av.
Hvønn umboðar Ingeborg ?
Tær nýtist ikki at fara í bløðini at spyrja hvønn eg umboði. Tí ongin ivi hevur verið um, øll tey mongu árini eg havi verið í FA, hvønn eg havi arbeitt fyri. Eg kann eisini siga tær, at eg fari ikki at spyrja teg um hvønn flokk eg fari at stuðla. Tí mær vitandi hava vit enn politisk frælsi her á landi, so ein og hvør kann stuðla tann politiska flokkin tey vilja, enn hava vit eisini bæði skrivi og talu frælsi, men hvar frælsi blívur av um ávísir persónar fáa vald, ja tað kann verða ein góður spurningur.
Eg kann eisini siga tær, at hjá leiðsluni í FA og øllum limafeløgum okkara hava allir politiskir litir rúmd. Og vit arbeiða ikki partapolitiskt, men fakpolitiskt og taka ikki eftir politiskum liti ella partapolitikki, men arbeiða m.a. eftir hvat politisku flokkarnir avrika í teirra arbeiði, og loyva okkum at tala at, tá vit meta at hetta arbeiði ikki er til frama fyri løntakaran.
Hvat í undirritaða og FA fara at arbeiða við í ár og komandi á ger aðalfundur felagsins av, tí vit hava demokrati í meginfelagnum so limafeløg okkara gera av hvørja leið felag okkara gongur.