Spurningarnir snúgva seg um nær fundur hevur verið um hetta mál, og hvør atkvøddi fyri og hvør atkvøddi ímóti, tá málið var fyri.
Málið hevur verið fyri á fíggjarnevndarfundi 3. oktober 2007. Ein samdur meiriluti atkvøddi fyri málinum, meðan ein minniluti hevði eina aðra støðu, men atkvøddi tó ikki ímóti tilmælinum. Meirlutin var Jógvan Arge, Leivur Hansen og Heðin Mortensen. Minnilutin var Jan Christiansen og Høgni Mikkelsen.
Umrødda vísindaliga verkætlan rópast “Kanning yvir føroyingar í Danmark – hvat skal til fyri at fáa tey at flyta heim aftur”.
Í avtalu við journalnummari 2008-4011/8 um henda part av kvantitativa vísindaliga arbeiðnum verður sagt, at “Tórshavnar kommuna rindar kostnaðin av spurnarkanningini beinleiðis til Danmarks Statistik, sum er kr 125.000.”
Tórshavnar kommuna rindar upphæddina sambært rokning frá Danmarks Statistik, dagfest 29. august 2008. Heitið á rokningini er “telefoninterview med færinger i Danmark i perioden uge 21 til uge 26 i 2008.”
Vísindaliga kanningarúrslitið er komið út í bóklingi “Hví føroyingar búseta seg í Danmark”. Tórshavnar kommuna metir seg hava fingið nógv burturúr kanningararbeiðinum. Samstundis má ásannast, at uttan hesa hjálp frá Danmarks Statistik, hevði høvuðsstaðarkommunan ikki megnað at fingið umrøddu tøl og dátustovn til vega fyri henda prísin.