28/9 leiktu Skála – AB 2. deild dyst á Skála. Dysturin endaði 2-2, og vóru AB tí sera vónbrotnir. Teir høvdu als ikki væntað hesa mótstøðu frá botnliðnum av Skála. Í røttum ítróttaranda varð tí leitað eftir onkrum, ið kundi bjarga hesari støðu, og bjargingin varð funnin. Í 87. minutti skifti Skála sjómannin Kjell Johansen inn, og hesin gjørdist bjargingin. Tað vísti seg, at sjálvt um Kjell alt lívið hevur leikt við barndómsfelagnum Skála, so er hann av einihvørjari orsøk ikki skrásettur hjá FSF. AB kærur tí til Aganevndina, sum dømir Skála at tapa dystin.
Øll vita, at fleiri leikarar í bæði 2. og 3. deild ongantíð eru komnir við í nýggju skrásetingina hjá FSF. Í fleiri ár kláraði FSF ikki at dagføra hesar listar. Nú royna feløgini at gera tað; men tað eru nógvir eldri leikarar, ið bert spæla onkran dyst, sum eru dotnir niður ímillum og eru ikki við. Tí kann næstan hvør dystur kærast í teimum lægru vaksnamannadeildunum.
At AB kærir um hesa skráseting undrar meg alsamt; tí í áðurnevnda dysti hevur AB eisini tveir leikarar, ið ikki eru við í skráseting FSF’s. Hvørki nr. 1 Fríði Jacobsen ella nr. 12 Teitur Olsen eru á listanum hjá AB í skrásetingini hjá FSF?
Afturat hesum undrar tað meg, at ítróttarandi á Argjum hevur skift so drastiska kós, bert fyri at vinna sær heiðursmerkir. Hetta hevði ikki verið gjørt undir gamla leiðaranum.
At Aganevndin kemur til sína niðurstøðu, undrar meg heldur ikki. Hesin dómstólur, ið varð settur fyri tveimum árum síðan, hevur síðan útmerkað seg við, eftir míni hugsan, sera vánaligum arbeiði. Tey hava víst sera lítið altlit til tað ítróttarliga, bert paragraffir eru brúktar. Sær út sum øll mál verða skundaði ígjøgnum; tí nevndin ger lítið kanningararbeiðið.
Í hesari kæru átti Aganevndin, at sett onkran at hugt dómaraseðilin ígjøgnum. Eru allar skrásetingar í lagi.
Haldi ikki at dómurin er rættur! Bæði liðini hava brotið seg ímóti skráseting.
FSF eigur heldur ikki at verða frítikið, tí tað er FSF, ið setur hesa nevndina. Aganevndin hevur ferð eftir ferð gingið ímóti mannagongdum hjá FSF.
Antin eigur hendan nevnd at fáa reyða kortið, ella noyðist FSF at gera sínar mannagongdir soleiðis, at tær fylgja Aganevndin.
Á Skála eru vit sera kedd av, at hettar rakti MB meira enn okkum. Vit kunnu liva við einum tapi; meðan MB hevur fingið oyðilagt eitt heilt ár.
Við ítróttarkvøðu.