AGF venjarin er í øðini

Fyri at lætta trýstið á spælarunum, stoytti venjarin hjá Óla Johannesen og teimum hóskvøldið eina stóra pøs omanyvir leiðsluna í felagnum

AGF við Óla Johannesen í hópinum fer í morgin norður til Aalborg. Hýrurin er einki serligur, og sjálvsálitið er neyvan av tí besta. AGF hevur tapt fýra teir síðstu landskappingardystirnar, og botnurin kennist alt nærri.

Ove Christiansen hevur síðani summarsteðgin verið venjari í AGF. Har hevur verið nógvur turbulensur, tí fíggjarliga støðan hevur verið so vánalig, og tí onkrir av spælarunum hava skikkað sær so illa ? summir á vøllinum og onkur uttanfyri vøllin.

Venjarin hevur ikki fjalt yvir, at hann hevur verið misnøgdur við, at leiðslan í felagnum hevur verið so ússalig.

Aftur hóskvøldið var Ove Christiansen í donsku fjølmiðlunum og beit frá sær. Hann helt, at nú var nóg mikið grenjað í AGF. Nú ráddi um at seta seg saman, at tosa viðurskiftini ígjøgnum og at taka tær avgerðirnar, sum eru neyðugar, um felagið skal fóta sær og arbeiðsumstøðurnar skulu gerast, sum tær mugu vera, um nakað skal spyrjast burturúr.

Í donsku pressuni verður sagt, at venjarin er snildur. Hann nýtir høvi at snara eygunum frá spælarunum, sum nógvir eru lítið royndir, og yvir á leiðsluna.


Aftur og fram

Í týsdagsblaðnum søgdu vit, at Óli Johannesen hevði verið á liðnum frá fyrsta bríksli síðsta vikuskifti. Tíðindini høvdu vit frá einari heimasíðu á alnetinum, sum vanliga er sera álítandi. Men hesa ferð vóru tíðindini ikki røtt á heimasíðuni, sum hevði Óla Johannesen ímillum teir fyrstu ellivu og á einum miðvallarplássi.

Seinni í vikuni hava vit frætt, at Óli varð settur inn í verjuna í 38. minutti. Tað komst av útvísingini av Ken Martin ímóti Silkeborg. Tá var ein stórur hálvur tími farin. Útvísingin hevði við sær, at venjarin tók ein miðvallara út og setti Óla Johannesen í miðverjuna.

AGF er fíggjarliga í tungum sjógvi. Tí royna teir at selja spælarar. Hesa seinastu vikuna hava tveir verið í Onglandi og royndarvant. Talan er um miðverjan Dennis Siim og verjuspælaran John Jensen. Teir hava verið í 1. deildarfelagnum Barnsley. Enn er eingin sáttmáli komin burturúr.

Mikudagin í hesi vikuni kom spæliloyvið hjá brasiliumanninum Ricardo Silva til AGF. Felagið hevur fyribils gjørt leigusáttmála við álopsmannin.