Agger kláraði ein hálvleik

Daniel Agger var aftur á fótbóltsvøllinum, tá hann spældi ein hálvleik fyri eykaliðið hjá Liverpool, tá hesir spældu móti eykaliðnum hjá Manchester United í gjárkvøldið

Tann danski miðverjin var aftur í reyðu troyggjuni, tá hann spældi 45 minuttir í dystinum, frammanfyri 10.000 áskoðarum.


Úti síðan september

Agger hevur verið úti síðan september, tá hann var so óheppin at bróta eitt bein í fótinum, men hann spældi væl og uttan trupulleikar í 45 minuttir, áðrenn hann varð útskiftur fyri Martin Skrtel.

Agger spældi somikið væl, at Rafael Benitez var sjónliga glaður aftaná. Hann tosaði um hvussu glaður hann var, at hava unga danska verjuleikaran kláran aftur, og um týdningin av at hava allar leikarar 100 % klárar. Benitez kann eisini gleða seg yvir, at hann nú eisini hevur Xabi Alonso og Harry Kewell klárar aftur, og báðir tveir skoraðu eisini fyri Liverpool í hesum dystinum.


Serligan skógv

Fyrr í ár var annars kunngjørt, at Daniel Agger skuldi fáa comeback, men tað var ein stokkut gleði, tí eftir bert fáum minuttum breyt hann sama fót aftur, og er ikki komin í gongd aftur fyrr enn í gjárkvøldið.

Orsøkin at hann, eins og venjari hansara hava góðar vónir, er at Agger nú hevur ein serliga framleiddan skógv, ið onkursvegna verjir viðbrekna fót hansara.


Neville eisini klárur

Manchester United høvdu eisini ein verjuleikara, ið royndi seg fyri fyrstu ferð í langa tíð. Talan er um Gary Neville, ið fekk ein tíma av spælitíð í 2-0 ósigrinum móti eykaliðnum hjá Liverpool.