Daniel Agger og Liverpool skulu møta Kaka og Milan um tríggjar vikur í Champions League finaluni. Kaka skoraði trý av teimum fimm málunum hjá Milan móti Manchester United, men tað ræðir ikki danska verjuspælaran. - Hoyr her. Vit spæla móti slíkum spælarum hvørja einastu viku her í Liverpool, so sjálvandi ræðist eg hann ikki, sigur Agger við BT.