Hetta vælvirkandi toymið er vid at fara í upploysn, tí arbeiðsgevarin hevur sett kílar ímillum og tikið ein starvsbólk burturúr, ið skal taka sær av reingerðini hjá borgarunum frameftir.
Sum skilst, er hetta uppskotið komið frá umsitingini, tí reingerðartænastan var vorðin ov kostnaðarmikil og tískil valdi mann at finna eina bíligari loysn og flyta uppgávuna til røktarstarvsfólkini.
Røktarstarvsfólkini hava greitt givið til kennar yvirfyri arbeiðsgevaranum, at tey ikki vilja gera reint aftrat røktarstarvinum.
Hetta er eitt greitt afturstig fyri hesi hjálparfólkini, sum Heilsuhjálparafelagið hevur arbeitt fyri við hond og fót, at hesi kunnu fara at lesa til heilsuhjálpara og samstundis fáa løn. Men nú fáa tey eina gólvskrubbu og spann í hond frá arbeiðsgevaranum ístaðin.
Lurtið eftir hesum starvsfólkum, tey hava eina rødd, sum tey hava brúkt, til at takka nei!
Við teimum álvarsligu rekrutteringstrupulleikum vit hava á umsorganarøkinum, er hetta eitt sjálvmál av teimum grovu, at fara at tvinga nakað ígjøgnum, sum starvsfólkini ikki vilja.
Latið tænastuna ið borgararnir fáa í Tórshavnar Kommunu, ikki bert vera uppgávustýrda vid fysiskum uppgávum. Menniskjað hevur ikki bert fysiskar tørvir. Um tad er avlopstíð hjá hesum starvsfólkum, gagnnýtið hana so øðrvísi, sum t.d at fara ein gongutúr, lesa upp tíðindir og annað, ið gevur lívinum hjá hesum borgarum innihald.
Starvsfólkini vilja heldur viðvirka til menning, eitt nú rehabilitering, sum ger fakið og starvið áhugavert, pluss at tað gagnar okkara gomlu.
Eg fari sum forkvinna fyri heilsuhjálparar og hjálparfólk, at heita inniliga á Eldranevndina, um at taka ta røttu avgerðina týsdagin, fyri bæði starvsfólk og borgarar. Takk fyri.
Mary Antonsdóttir, forkvinna
Heilsuhjálparafelag Føroya