Ajax vann fyrstu uppflytingarfinaluna

Ajax vann á EH Aalborg á heimavølli

Í dag var føroyingauppgerð í donskum hondbólti, tá Súna K. Hansen, Lív S. Poulsen, Rakul Wardum og liðfelagarnir í Ajax tóku móti Margit W. Fríðmundsdóttir og liðfeløgum hennara í EH Aalborg.

 

Talan var um fyrstu uppflytingarfinaluna, har samlaði vinnarin tryggjar sær eitt pláss í bestu donsku hondbóltsdeildini komandi kappingarár.

 

Ajax vann dystin 29-25 aftaná at hava verið á odda 12-10 í steðginum. Súna skoraði tvey mál og legði upp til eitt mál.

 

Bæði Rakul og Margit sluppu ikki ofta at verja málið hjá sínum liðum í dag, og komu tí ikki at spæla nakran stóran leiklut í dagsins dysti.

 

Liðini hittast aftur í Nørresundby komandi sunnukvøld klokkan 18.