Lønardeildin hjá Fíggjarmálaráðnum setti sær í summar fyri, at semja skuldi fyrst fáast í lag við fimm tey størstu fakfeløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum, áðrenn farið var at samráðast við restina. Higartil hevur tað eydnast at gera semju við fýra teirra, Starvsmannafelagið, Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Føroya Pedagogfelag og Føroya Lærarafelag, men enn manglar Akademikarafelagið áðrenn komið er á mál.
Suni Joensen, formaður í Akademikarafelagnum, sigur við in.fo, at samband hevur verið millum partarnar, men í løtuni er eingin nýggjur fundur avtalaður.
- Vit samráðast enn. Vit eru ikki komnir til nakað úrslit og hava ikki sett næsta fundin enn, men tað er ætlanin at halda fram, sigur formaðurin, ið greiðir frá, at skrivligt samband er millum partarnar.
Eins og við hinum fýra stóru feløgunum, so byrjaðu samráðingar í fjør, men kom steðgur í í november, tá fyrst Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og síðan Føroya Pedagogfelag fóru í verkfall. Men eftir at Føroya Lærarafelag undirskrivaði eina semju fyrr í ár, kom gongd aftur í samráðingarnar millum Lønardeildina og Akademikarafelagið, og hava tveir fundir verið síðan.
Suni Joensen er varin við at siga ov nógv um samráðingarnar, men ger greitt, at krøvini hjá felagnum ikki er broytt aftaná verkføllini hjá tveimum av hinum fakfeløgunum.
- Krøvini hjá okkum eru ikki broytt av teimum verkføllum, ið hava verið. Vit løgdu krøvini fram langt áðrenn verkføllini og samráðast út frá tí. Higartil hevur verið samráðst í góðum anda, men hvat úrslitið verður, tað vita vit ikki enn, sigur Suni Joensen.